Category: TÝDDIR SANGIR

Andlit hans vit skulu sjá

Andlit hans vit skulu sjá

Orð/lag: NORMAN J. CLAYTON (1903–1992). Týtt: ØB Andlit hans vit skulu sjá skjótt ein gyltan morgun. Tá hvør skuggi svinnur, sálin hvílu finnur. Sorgin er til gleði vend, eingin neyð og pína. Horvin brátt myrka nátt, tá vit síggja hann. Harrin turka skal hvørt tár skjótt ein gyltan morgun. Skeiðið her er runnið, og á mál er vunnið. Eingin eymkan, suff og sút kennist í...

Heilur tú, sum øllum ræður

Heilur tú, sum øllum ræður

ORÐ: ARNULF ÚR LOUVAIN 1250. GRUNDTVIG 1837. Týtt: ØB Heilur, tú sum øllum ræður, Frelsari og millummaður! Heimurin at tær vil søkja, fegin tó eg vil meg krøkja til tín kross og fylgja tær. Hvat sást tú í himmalhøllum tó í mær og okkum øllum At tú fórt av ljóssins hæddum, birti vón í sálum ræddum komst at geva okkum lív. Men mítt hjarta, treiskt...

Bert ein dag í senn

Bert ein dag í senn

Orð/lag MARIJOHN WILKEN OG KRIS KRISTOFFERSEN. Týðing: ØB Einki eg megni í sjálvum mær, Kraft mín tú ert, hjálp tú mær bert at hvíla í tær. Kósina vís mær – og leið mína kenn. Gev mær tín frið, leið meg hvørt stig bert ein dag í senn. Bert ein dag í senn, mín Jesus, Tað er alt mær tørvar júst nú. At liva meg lær...

Mót degi ber

Mót degi ber

Orð/lag: THORSTEN STENSETH. Týðing: ØB Mót degi ber, nú náttin fer at líða, og hvílu æviga tey frelstu skulu fá, ein fagur morgun skjótt úr kavi upp skal stíga, várt heim vit náa, vár Gud vil sjá. Hann kemur aftur við dýrd og megi, Vit kenna stundin er komin nær, Men inntil lýsir av ljósum degi vár sangur er um hann sum synd vára bar....

Eingin brýggjar seg um meg

Eingin brýggjar seg um meg

Orð og lag: Rachel Guiley Alfors. Týðing: ØB Mangastaðni mong ein sál er í ótta og í neyð, full av angist, uttan Gud og uttan vón. Teirra andlit merkt av sorg, eftir lætta suffa tey, teirra hjørtu myrk, og blindað teirra sjón. „Eingin brýggjar seg um meg“ – milliónir gráta, „eingin brýggjar seg um meg“, hoyr teirra neyð! Vilt tú víga lív títt heilt at...

Jesus vil leiða meg

Jesus vil leiða meg

Orð/lag: Haldor Lillenas. Týtt: ØB Jesus vil leiða meg trygt gjøgnum dalin, varða mín fót um hvønn tind og hvørt skarð, hvat enn meg hendir – í sól sum í skugga – einki eg óttist, tá hann er mær nær. Jesus vil leiða meg, hann vil varða meg, einki óttist eg. Á nátt sum á degi, í sorg sum í gleði eg veit, hann vil...

Jesus skal fáa hægsta heiður

Jesus skal fáa hægsta heiður

Tignarligi lovsangurin, “Jesus shall take the highest honour” er skrivaður av enska lovsangsleiðaranum og tónaskaldinum, Chris Bowater. Hann varð týddur til føroyskt nakað aftan á aldarskiftið og er ofta at hoyra í dag. Orð og lag: CHRIS BOWATER. Týtt: ØB Jesus skal fáa hægsta heiður, fullkomnan lovsong einaferð. Lat jørð og himmal saman hann upp hevja, ið ber tað navn, ið yvir øllum er. Vit...

Dýrdarinnar sonur

Dýrdarinnar sonur

Orð og lag: MELODY GREEN. Týtt: ØB Dýrdarinnar Sonur niður higar steig. Jesus Kristus, Guds Messias, krossins deyða leið. Tøkk, Gud Faðir, fyri, at Sonin tín tú gav, og Andan tú okkum sendi, til títt verk er av. Jesus, stóra navn títt yvir øllum er, tú, Guds Lamb, ið komst at frelsa eina falna verð. Tá í dýrd í Himli hann eg skoða skal, tæna...

Vit prísa tær, Gud

Vit prísa tær, Gud

Orð: William P. Mackay. Lag: John J. Husband. Týtt: ØB Vit prísa tær, Gud, syngja fagnaðarsong, til vár Frelsara stóra, vár Harra og Kong. Halleluja, tín er æran, halleluja, amen, kom og vitja okkum, Frelsari, einaferð enn. Vit lova tær, Gud, fyri ljósið so bjart, sum av Golgata skein inn í myrkrið so svart. Vit tilbiðja teg, alla dýrd geva tær, tú Guds Lamb, sum á...

Eg havi Kristi kærleik

Eg havi Kristi kærleik

Orð og lag: O.A. LAMBERT og JOHNNIE HOPE. Týtt: ØB Á Golgata, har Jesus leið deyðan fyri meg, hann gav sítt lív so heilagt, og frið nú eigi eg. Nú syngi eg um hann, sum drakk ta beisku skál, so eg fekk Kristi kærleik í mína sál. Eg havi Kristi kærleik í míni sál, :,: í míni sál, :,: og hann er øll mín gleði,...