Dýrdarinnar sonur

Orð og lag: MELODY GREEN. Týtt: ØB

Dýrdarinnar Sonur
niður higar steig.
Jesus Kristus, Guds Messias,
krossins deyða leið.

Tøkk, Gud Faðir, fyri,
at Sonin tín tú gav,
og Andan tú okkum sendi,
til títt verk er av.

Jesus, stóra navn títt
yvir øllum er,
tú, Guds Lamb, ið komst at frelsa
eina falna verð.

Tá í dýrd í Himli
hann eg skoða skal,
tæna skal eg kongi mínum.
Ævigt alt er væl.

Sangurin, sum á enskum eitur “There is a redeemer” er skrivaður av Melody Green, sum var gift við sangaranum og stríðsmanni Harrans, Keith Green, ið doyði í flogvanlukku í 1982. Sangurin varð umsettur umleið 1985-86.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *