Author: ossur

Tí Hann livir –

Páskasunnudagur er ein fagnaðardagur hjá fólki Guds, tí Jesus reis upp av deyðum páskamorgun og livir í dag. Orðið sigur um upprisna harra og frelsara okkara, at Hann  kann “eisini fullkomiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Honum; tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum  (Hebr. 7,25). Vit undrast og gleðast um henda signaða sannleika. Niðanfyri standandi páskasangur varð skrivaður í 2009. Tó kom niðurlagið...

Leið meg til klettin

 Frá enda jarðarinnar rópi eg til Tín, meðan hjarta mítt ørmaktast. Leið meg til klettin, sum er hægri enn eg! Sálm. 61,3 Tað stendur ein stórur klettur uttan fyri eini gomul hús niðri við Rættará í Havn. Vit, ið vóru smádreingir í fimmtiárunum og búðu har í grannalagnum, høvdu til fragd at klúgva upp á klettin – sum vit eisini kallaðu hann. Tíðin er farin,...

Várið er komið –

Farið er um grækarismessu, og í Føroyum gleðast tey um tjøldrini, sum komin eru aftur til klettarnar. Eftir ein kaldan vetur við kava og frosti kom lýðka umsíðir í luftina, og her í Danmark eru smáu, litríku várblómurnar, snjóklokkur (vintergæk), erantis og krokus nú at síggja. Nakað soleiðis tóktist tað eisini vera í 2012, tá sangurin “Várið er komið” varð skrivaður. Brádliga kom vársins lýðka...

Eg goymi orð Títt í hjartanum

Eg minnist væl onglendingin Geoffrey Bull, sum kom til Føroya mitt í sekstiárunum, vitjaði fleiri samkomur og talaði orð Guds. Hann var eitt kent navn millum fólk í Bretlandi, tí hann hevði eina rættiliga serstaka søgu. Geoffrey Bull hevði verið trúboðari í Tibet, men varð tikin av kommunistunum, sum hildu hann vera spión. Hann varð settur í fongsul í Kina, har teir royndu at heilavaska...

Vit siga tær takk

Afturlítandi sangur um trúfesti og vernd Harrans frá ungdómsins døgum til dagin í  dag. Tí “Hann er trúfastur, sum gav lyftið” (Hebr. 10,23). Sólgyltu ungdómsár – tú gjørdist vinur vár.Tú komst inn í várt lív og gjørdi alt nýtt,tókst okkum tætt at tær, aldri tín hond var fjar,og av hjarta og sál vit syngja frítt. Vit siga tær takk, góði Gud, fyri títt trúfesti, ta...

Tveir góðir samverkamenn

Nøkur okkara minnast Kaj Johannesen, sum var kendur skipari og talari á tíð síni. Hansara magnfulla rødd var ofta at hoyra á møtum heima í Føroyum. Sum eldri maður virkaði hann ofta í samfelag við Poul Færø, sum nú hevur havt eina lívslanga hirðatænastu millum fólk í samkomum okkara.Sera gott samverk var millum teir báðar. Hóast aldursmunurin var stórur, var tað týðuligt, at teir vóru...

Har mótstøðan er størst.

Minst 388 milliónir kristin kring heimin eru merkt av atsóknum og mismuni vegna trúgv teirra. Hetta vísir “World Watch listin”, sum Open Doors hevur lagt fram fyri almenningin og kann síggjast her.Hvørt ár útgevur Open doors ein tílíkan lista yvir lond, har mótstøðan mót teim kristnu er størst. Talið er vaksið við 8 milljónum, síðani í fjør, verður sagt.Open Doors er umboðað bæði í Danmark...

Óbroytiligur er kærleiki Harrans

Millum teir lovsangir, vit syngja í Kristnastovu, er hesin ein av teimum afturvendandi. Hetta er ein stutt, einføld yrking, sum umtalar náði og trúfesti Harrans, ið ikki broytast í einum heimi, sum annars umskiftist alla tíðina. Orðini eru hesi: Óbroytiligur er kærleiki Harrans. Hans náði aldri burt takast kann, hon er nýggj hvønn ein morgun, nýggj hvønn ein morgun, stór er tín trúfesti á Gud....

Hendingin, ið skakaði kristna heimin

Í gjár, 8. februar 2026, vóru 70  liðin, síðani fimm trúboðarar lótu lív í frumskóginum í Ekvator, sum skakaði mong kring heimin. Fyri nøkrum árum síðani kom bók út á føroyskum, sum var umtalað her á síðuni, og greinin kann lesast her: Vit eru enn mong, sum minnast hendingina og søguna um fimm trúboðararnir, sum í 1956 lótu lív, tá ið teir royndu at koma...

Vit hittust aftur

Ein av teim forkunnugu hendingunum, eg upplivdi í 2025, var seinnapartsløtan  í Ebenezer mánadagin 15. september, tá ein lítil flokkur av fólki, sum hevði gingið í bíbliuklassanum hjá Peturi Háberg í 50unum og 60unum, hittust aftur. Skarin kundi verið nógvar ferðir størri, men var avmarkaður til teirra, sum vóru við á eini felagsmynd, tikin í viðalundini ein sunnudag umleið 1960 – umframt nøkur aftrat. Fór...