Category: HUGLEIÐING

Vit hittust aftur

Ein av teim forkunnugu hendingunum, eg upplivdi í 2025, var seinnapartsløtan  í Ebenezer mánadagin 15. september, tá ein lítil flokkur av fólki, sum hevði gingið í bíbliuklassanum hjá Peturi Háberg í 50unum og 60unum, hittust aftur. Skarin kundi verið nógvar ferðir størri, men var avmarkaður til teirra, sum vóru við á eini felagsmynd, tikin í viðalundini ein sunnudag umleið 1960 – umframt nøkur aftrat. Fór...

Hugleiðing á føðingardegi faðirs

Í dag, 22 desember 2025, eru liðin 115 ár, síðani pápi mín, Sigurd Berghamar, var borin í heim. Hann andaðist 21. juli í 2003, 92 ára gamal.Tvær føroyskar bøkur komu út av hansara hond. Tann fyrra var “Bíbliuorðabókin”, sum hann í 1989 fekk M.A. Jacobsens heiðursløn fyri, og hin var “Men Gud gav vøkst – um William Sloan og fyrstu samkomurnar.”Hann hevði nógvan alsk til...

Tá ið “kvirra” varð sungin fyrstu ferð

Tað var í desember 1970, at sangurin “Kvirra um fjøll og fløtur” varð framførdur alment á fyrsta sinni. Hetta var á hugnaløtuni í Ebenezer beint fyri jól, á eini samkomu, sum Bíbliuflokkurin skipaði fyri. Og sangurin var ikki sørt “kreativt” framførdur, sum myndin eisini gevur eina ábending um. Solosangarin, sum stendur á talarapallinum, er Maria Hentze, sum nokk er mest kend undir navninum “Maria í...

Trúarstigið, ið varð tikið í 1978

Samfelagsstevnan í Ebenezer fer fram hesa vikuna og er serstøk hesaferð. Tí um vikuskiftið verða møtini flutt niðan til stóru hølllina á Tjarnum. Tað er ikki roynt áður. Hetta leiðir tankar mínar aftur til samfelagsstevnuna í 1978, sum var heilt serstøk fyri meg. Tí umframt at vera við til møtini tað árið, hevði eg nøkur serlig ørindi. Í skjáttuni hevði eg nakrar upplýsingar um eitt...

Hátt á einum kletti

Vitarnir í Føroyum hava gjøgnum øldir havt stóran týdning fyri skip og bátar, sum hava siglt framvið landi okkara, har mangir boðar og sker eru. Tigandi hava teir staðið á hvør sínum plássi og lýst upp, soleiðis at sjófólk okkara kundi kenna seg tryggan, tá siglt var til og frá ymsu havnunum í Føroyum. Sangurin um vitan er skrivaður av Zacharias Zachariassen, og er ein...

80 ára frælsisdagurin

    Tað er 4. mai, frælsisdagur Danmarks. 80 ár eru liðin, síðani boðini hoyrdust úr London frá BBC, at landið aftur var frítt – eftir at hava knógvað undir týskum hervaldi í fleiri ár. Sjónvarpsrásir hjá DR og TV2 hava í dag samstarvað um at senda frá minningarhaldunum ymsastaðni kring landið, og tað hevur verið bæði hugtakandi og grípandi. Nú eru bert nakrir fáir...

Breiðið krossins merki út

Flaggdagur var í gjár, 25. apríl, og sum siðvenja hevur verið í mong ár, so varð hetta markerað við hornblástri og skrúgongum heima í Føroyum, har røður vórðu hildnar. Hesi tiltøk savna enn sum sum áður mong fólk saman. Hin 26. apríl 2005 – tvs fyri 20 árum síðani – dagin eftir sjálvan flaggdagin, fekk undiritaði høvi at halda eina røðu á týsdagssamkomu í Føroyahúsinum....

Ein tíð við kórsangi

Gjøgnum tey meira enn fimti árini, Kristnastova hevur havt sítt virksemi, hevur sangur og tónleikur verið ein týðandi partur av teim møtum og tiltøkum, vit hava staðið fyri.  Vit hava havt mong millum, sum høvdu gávur at syngja og spæla ljóðfør. Ofta hava vit hoyrt solosang ella annan skipaðan sang.Viðhvørt er eitt kór vorðið til, sum hevur virkað eina tíð. Í 80unum var eitt kór...

Legan í Høve í 1977

Tað hendi so nógv í 70unum í samband við arbeiðið í Kristnastovu. Eitt nú byrjaðu føroysku legurnar í Norðursjællandi. Fyrstu legurnar vóru á Kongelejren í Ellinge Lyng, sum Apostolsk Kirke átti, og í 1977 varð farið eitt sindur longur norður. Tá var lega hildin í Høve í nøkrum bygningum, sum vóru ogn hjá Hvítusunnusamkomuni. Har vóru vit eisini í 1978, tá Poul Færø var gestatalari....

Tá eitt heim gerst øskukalt

Í dag, sunnudag 22. desember, vildi pápi mín, Sigurd Berghamar verið 114 ár, um hann hevði livað. Hann andaðist á Handarastovu á Lágargarði 21. juli 2003, 92 ára gamal. Mamma, sum eisini hevði verið eina tíð á somu deild á Lágargarði, andaðist 14. desember 1994, 77 ára gomul. Eftir at okkara kæri faðir var fluttur yvir á Lágargarð, skrivaði eg hesa greinina í blaðið BOÐBERIN, sum...