Category: YMIST

Lega á NE einaferð enn

Hósdagin 16. oktober byrjar heystlegan hjá Kristnastovu, sum verður hildin á Norðursjællands Efterskole, ið er tætt við býin Helsinge – nakað sunnan fyri Gilleleje. Á skránni vera bíbliutímar, løtur fyri børn, postarenning og legubál. Eisini verða lovsongsløtur, og breyðbróting verður leygarkvøldið. Hjúnini Erla og Ingvard Petersen luttaka á leguni. Tey hava áður virkað sum trúboðarar í Venezuela, og Ingvard fer at hava bíbliutímarnar á leguni...

Vinir fylla sjeyti

Myndin her er tikin á einari “reunionsamkomu” hjá Kristnastovu í 2014, hildin í Ebenezer í Havn. Á pallinum standa Richard Schwartson og Jóannes Hansen, og hugleiða um útisetatíðina í 70unum og 80unum, meðan vit onnur lurta. Stórur skari er samankomin í Ebenezer hetta kvøldið.Richard og Jóannes eru báðir úr Klaksvík, og eru javnaldrar og vinmenn. Leygardagin 16. august fór Richard um tey sjeyti, og tað...

Jákup sjeyti

Hósdagin 31. juli fylti Jákup Jacobsen 70 ár. Jákup er ættaður úr Porkeri, er búsitandi í Havn og m.a. kendur frá Akstovuni, har hann var stjóri í mong ár. Føðingardagin helt hann her í Danmark saman við konuni, Sunnvu, døtrunum Maluni og Fríðu, versynunum Benny og Martin og barnabørnunum, sum eru fýra í tali.Jákup og Sunnva hoyra til tað ættarliðið av føroyingum, sum savnaðist við...

Handbøkur til alla bíbliuna

So er triðja bíbliuhandbókin hjá Warren W. Wiersbe útkomin, útgivin av Leirkerinum. og tað er at fegnast um. Tí hetta vil siga, at føroyingar nú hava atgongd til nakrar góðar og hentar viðmerkingar til hvørja einastu bók í bíbliuni. Bókin, sum nú er útkomin, er hin síðsta í røðini við viðmerkingum til hvønn kapittul í Bíbliuni. Fyrsta bókin – „Viðmerkingar til hvønn kapittul í Nýggja...

Tíggju ár við nýggju sangbók

Nýggja Sangbók Guds Fólks varð útgivin í 2015 og framløgd á einum samfelagsmøti á hvítusunnu í Klaksvík. Tað eru sostatt 10 ár, síðani henda snøgga bókin kom út við við 1504 sálmum og sangum – útgivin av Sálmabókagrunninum. Eg var við í arbeiðnum at gjøgnumganga rúgvismikla tilfarið av sangum, sum var til taks, og tilrættisleggja bókina. Hetta var áhugavert og ikki sørt krevjandi arbeiði, sum...

Várið í dupultum týdningi

Várið er komið eftir ein langan vetur.  Grækarismessa hevur verið, og tjøldrini eru komin til Føroya. Tað er farið at spretta og spíra, og várlýðkan er eisini komin í luftina her í Danmark.. Í byrjanini av 90unum var eitt slag av undantaksstøðu í Føroyum. Hetta komst av tí fíggjarkreppu, sum hevði tikið seg upp. Nógv fólk var komið til Danmarkar vegna vána tíðir og arbeiðsloysi...

Av náði Guds –

NÝGGJ ÚTGÁVA. Sangurin “Av náði Guds”, sum varð skrivaður í 2012, kom út fyri einari viku síðani, innsungin av Mariu á Lakjuni Djurhuus. Hann kann hoyrast bæði á Spotify og Youtube. Jóhan Magnus Gunrim hevur samskipað útgávuna, eins og hann hevur gjørt í samband við aðrar útgávur. Hans Poulsen hevur produserað og Óli, beiggin, hevur mixað og mastrað. Og sigast má, at uppgávan er væl...

Ragnar frændi fyllir 80

Týsdagin 10. desember fyllir Ragnar C. Joensen 80 ár. Ragnar er havnarmaður, vaksin upp í vesturbýnum, og vit eru systkinabørn í faðirætt. Vit vóru næstu grannar uppi í Dalatúni, og tí vóru vit nógv saman á dreingjaárum, hóast trý ár vóru okkara millum. Hetta førdi til vinalag og samband, sum hevur vart til dagin í dag.Pápar okkara, Sigurd og Conrad, vóru góðir brøður. Teir arbeiddu...

Rómaborg og ríki Guds

Fyri fimm árum síðani – í juli 2019 – var eg við í einum føroyskum ferðalagi í Róm, har eg ikki hevði verið áður. Niðanfyri standandi reglur byrjaðu at kykna, tá eg saman við ferðalagnum hesar dagar vitjaði Vatikanið í Róm, Pæturskirkjuna og onnur forvitnislig støð í býnum. Vit sóu ikki pávan, men tað gjørdi minni. Tí, sum tað stendur í Orðinum,  hava vit “stóran...

Savnandi rødd tagnað

Fyri knøppum tveimum vikum síðani frættist, at Liss mostir var farin heim til Harran. Liss var 93 ár, nú hon fór. Hon var tann seinasta av teim átta systkjunum , sum vóru børnini hjá Ommu og Abba á Toftum, Sannu og Andriasi Hansen. Mamma mín, sum æt Anna Katrina, vanliga nevnd Tinna, var elst, og Liss var yngst. Liss andaðist sunnudagin ólavsøkudag 29. juli. Jarðarferðin...