Vinur okkara, Arne Thomsen
Eg ivist í, um møtisalurin í Skovlunde Frikirke nakrantíð hava verið so fyltur, sum hendan mikudagin 28. februar, tá vit søgdu farvæl við Arne Thomsen, ið andaðist vikuna áðrenn. Áhugaverd var talan hjá Flemming Windfelt um hendan evnaríka, savnandi og livandi mannin, ið hevði verið lærari í fólkaskúlanum og væl lýddur av næminum og starvsfeløgum. Arne var ungur í sinni og hevði eitt rúmt hjarta fyri øllum, bæði samkomufólki og øðrum, hann møtti á lívsleiðini. Góður ítróttarmaður var hann eisini, og tað hevði knýtt mong bond úteftir. Og so hoyrdu vit minnisorð frá Jørgen Andersen, sum greiddi frá, hvussu Arne hevði verið ein eykapápi og andaligur faðir fyri seg. Klavertónar, felagssangur og solosangur var eisini hugtakandi í stúgvandi fullu høllini, har alt gekk upp í eina vakra eind – væl knýtt saman av Sten Asmussen, ið leiddi løtuna. Nógva fólkið, ið saman var komið, var ein vitnisburður um tað, Arne hevði havt at týða fyri so mong.
Persónligu vinarbond okkara við Arne strekkja seg heilt aftur til 1973, tá vit komu til Keypmannahavnar og byrjaðu verkið í Kristnastovu. Arne var altíð positivur, vinarligur og stimbrandi. Áhugaverdur at práta við og ein góður lurtari.
Vit syrgja missin av Arne Thomsen, okkara góða vini, sum nú er farin heim til Harran. Hann stendur ljóslivandi í minni og huga okkara og verður nógv saknaður.
Myndirnar omanfyri eru tiknar á einum “frokostmøti” í Skovlunde Frikirke – eini eldrasamkomu har Arne plagdi at vera møtileiðari.