Jól á Oxford Allé í 1973

Frá vinstru: Ketty, Christa, Charlotta , Joan og Marin Kristina

MINNI OG MYNDIR frá jólunum fyri 50 árum síðani
Eftir at byrjað varð  við verkinum í Kristnastovu í september 1973, og tað leið móti jólum,  hildu vit tað vera gott at hava eina hugnasamkomu á Oxford Allé 1. Jóladag fyri teimum, sum ikki fóru heim til jóla.

Dýrt var at ferðast til Føroya í sjeytiárunum, flogførini vóru minni, og ferðirnar munandi færri enn í dag. Ofta fingu flogørini ikki lent og flúgvingin merkt av útsetingum og avlýsingum. Alt hetta gjørdu, at mong fóru ikki heim, men hildu jól í Danmark.
Vit royndu at gera tað hugnaligt í stovuni hetta fyrsta jólakvøld við nøkrum teirra, sum plagdu at savnast við okkum og ikki vóru farin heim. Vit fingu ein góðan nátturðabita og hugnaðu okkum við spølum og øðrum. Gamla klaverið, ið vit høvdu fingið nakað frammanundan fyri nakrar hundrað krónur, hómast í bakgrundini á einum av myndunum – og helst hava nakrir kendir jólatónar eisini verið at hoyrt hetta kvøldið.

Eyðálvur, Ruth, Anna og Árni

Malan, Joan, Katrin, Jógvan, Christa, Gunnleyg, Sjúrður og Tummas

Men tað vóru eisini onnur, sum hugsaðu um ungu útisetarnar, sum máttu halda jól í Danmark. Christa Otthamar, sum var á húsarhaldsskúla herniðri um tað mundið, minnist, at hon dagin eftir, t.v.s. 2. Jóladag, var saman við øðrum hjá William Poulsen og konuni, Jytte, sum búðu úti í Hvidovre. Tey opnaðu mangan heim teirra fyri ungum føroyingum í Keypmannahavn.    
At hava eitt hugnakvøld í Kristnastovu á jólum gjørdist ein afturvendandi siður.
Seinnu árini hevur jólasamkoman tó verið 2. Jóladag.  Og soleiðis verður eisini í ár.

You may also like...