Søguligur salur fer í søguna

Tað hoyrist, at samkoman Berøa í Runavík skal byggja nýggjan sal, og at hin gamli salurin nú fer í søguna. Tað er við sorgblídni vit hoyra tað, tí núverandi salurin upprunaliga er gamla Ebenezer í Havn, sum var andaliga heimið hjá mær og mongum øðrum í mínum ættarliði.

Salurin var bygdur í 1905, meðan skotski trúboðarin, William G. Sloan, framvegis var á lívi. Í 1963 varð bygningurin fluttur inn til Runavíkar, tí samkoman í Ebenezer skuldi byggja nýggjan sal. Og tá runavíkingar um somu tíð ikki høvdu sal at savnast í, varð avgjørt at flyta gamla salin inn hagar. Í 1965 varð hann so tikin í brúk og fekk navnið navnið Berøa.

Myndina til vinstru tók eg á degnum, tá salurin var tikin í brúk í 1965, og tað er abbi mín, Andrias í Túni, sum er komin út á trappuna, eftir at møti hevur verið hildið. Abbi var gamal skipari, og eisini ein undangongumaður fyri samkomuni Nebo á Toftum. Í hølunum á honum sæst Jógvan Lydersen úr Fugloy og kona hansara, sum búðu í Havn í mong ár, og aftan fyri tey síggjast Aksel Funding, úr Funningi, og konan, Esther, sum var úr Havn.

Myndin niðanfyri er tikin uttan fyri gamla Ebenezer og man vera tikin á samfelagsmøtum Í Havn tíðliga í tíðini. Og tað er júst soleiðis, nøkur okkara minnast hesa avlongu lonina í miðbýnum í Havn, sum var eitt gott andaligt heim hjá mær og mongum øðrum.

You may also like...