Um at gera ein assist

Abbasonur mín, Noah, hevði spælt fótbóltsdyst fyri eitt dreingjalið hjá Måløv Boldklub og sat í bili mínum aftaná. Eg spyrji, hvussu tað gekst. Jú, teir høvdu vunnið 3-2 ímóti einum liði, sum vist kom úr Veksø. Tað helt eg vera óført, og so var næsti spurningurin, um hann hevði skotið nakað mál.  Svarið var  nei, “men jeg lavede en assist.” Og so fekk eg eina gjølla frágreiðing um, hvussu “assisturin” varð gjørdur.
At gera ein assist er ein orðing, sum ikki varð nýtt fyrr í fótbóltshøpi, men vit skilja nokk týdningin. Tað er uppleggið til málið – at ein skýtir bóltin innfyri og ger tað møguligt hjá einum øðrum at skjóta mál.
Tað er tó ikki altíð “assistarnir”, sum fara avstað við heiðurinum, tá ið eitt lið fær mál, hóast teir stundum verða nevndir, men harafturímóti teir, sum høvdu síðsta fótin á bóltinum og fingu bóltin í netið.  Nøvn teirra verða niðurskrivað, nevnd og endurtikin, meðan “asisstarnir” lættliga verða gloymdir, hóast teir høvdu sín avgerandi leiklut. Teir gjørdu forarbeiðið, meðan hinir kanska bara skuldu seta innaru síðuna av fótinum til fyri at stýra bóltinum í málið.
Soleiðis er eisini á andaliga vígvøllinum. Teir, sum standa fremstir í kristnum verki, fáa mangan umtaluna og viðurkenningina, meðan tey sum standa aftanfyri, aloftast eru ónevnd og ókend.
Her hugsi eg ikki minst um tað verk, eg sjálvur havi staðið í. Mong eru tey í tali, sum hava staðið rundan um arbeiðið í Kristnastovu, stuðlað, hjálpt, biðið og eggjað. Mong eru tey, sum hava sent mær eina heilsan við kunning um hendan ella hin, sum trongdi til vitjan. Tey gjørdu ein “assist”, sum veruliga gjørdi mun. Eg vitjaði tann sjúka ella tørvandi, og familjan var glað fyri tað. Kanska tey vistu einki um tann, sum hevði sett seg í samband við meg og eggjað  meg at fara.
Men Harrin Jesus kennir tey øll. Orðið sigur, at “tann, ið leskar onnur, verður leskaður sjálvur.” Hann veit um øll tey, sum “assistera” í verki Hansara, bæði burturi og heima, og fer ikki at gloyma tað, tey gjørdu og gera fyri Hann.
–                                                                                                                                                                                                              Øssur

 

You may also like...