Sál mín sær mót himli vendir
Ein stuttur sangur varð til, stutt eftir at korona farsóttin var farin at gera vart við seg í mars-apríl mánaða 2020. Tað var týðulig óvissa og ótti millum fólk, og korona farsóttin varð kallað ein ósjónligur fíggindi. Samfelagið varð fyri stóran part afturlatið, og hetta ávirkaði eisini samkomulívið sum heild. Eitt nú kundu bert tíggju fólk koma til møtini.
Men gott var at kunna minna seg sjálvan og onnur á, at vit hava ein faðir í himli, sum visti alt hetta og hevði fult tamarhald á støðuni. Hetta er tað, sum kemur fram í sanginum.
Sál mín sær mót himli vendir,
tí at faðir mín er har,
vitandi um alt, sum hendir,
vakjandi er yvir mær.
Og um hjartað kennir ótta,
skuggar reka dygst framvið.
veit eg, um mangt ilt kann hótta,
eg í Honum eigi frið.
Ótrygd valdar millum manna
einsligt er á trúarleið.
Gott at vita tó og sanna,
at eg eina eri ei.
Tí mín talsmaður og faðir
biður altíð fyri mær,
og um fíggindin meg ræðir,
so er Jesus altíð nær.
Harri, frelsari og drottur,
veit mær kraft á lívsins ferð.
Svikaligur er mín máttur
dirvið lítið mangan er.
Sál og hjarta endurnýggja,
faðir, støðugt vís mær veg.
Til tann dag, eg teg skal síggja,
tá tú heim skalt heinta meg.
Orð og lag: ØB