Author: ossur

Nýggj hvønn ein morgun

Millum teir lovsangir, vit syngja í Kristnastovu, er hesin ein av teimum afturvendandi. Hetta er ein stuttur sangur við einum versi, sum umtalar náði og trúfesti Harrans. Hann var eisini sungin nýggjársaftans morgun, tá vit nakrar tímar eftir skuldu fara inn í nýggja árið 2024: Óbroytiligur er kærleiki Harrans. Hans náði aldri burt takast kann, hon er nýggj hvønn ein morgun, nýggj hvønn ein morgun,...

At koma heimaftur

Um jóltíðir ferðast ungir føroyingar í hópatali heim til Føroya at vera saman við foreldrum og systkjum. Vit vilja helst vera saman við “okkara” um høgtíðina − hava okkara kæru rundan um okkum. Hetta liggur djúpt í okkum øllum.Boðskapurin, sum knýtir seg til jólini, er ein vøkur og undurfull søga, um hvat Gud gjørdi, fyri at menniskja skuldi koma heimaftur. Harranum okkara longdist eftir at...

Løta fyri seniorunum

Mikudagin 6. desember var seniorsamkoma í Kristnastovu. Hóast veðurlíkindini vóru ikki tey bestu, var ein fittur flokkur av útisetum komin saman, harav tey flestu eru fast búgvandi í Danmark. Hesa hugnaløtu nakað fyri jól hava vit havt í mong ár.Millum teirra, sum vóru tilsteðar, vóru Else og Poul Johan Djurhuus, sum vóru fyristøðufólk í Kristnastovu tíðliga í 90unum. Tey luttóku eisini á samkomuni og greiddu...

Jól á Oxford Allé í 1973

MINNI OG MYNDIR frá jólunum fyri 50 árum síðani.  Eftir at byrjað varð  við verkinum í Kristnastovu í september 1973, og tað leið móti jólum,  hildu vit tað vera gott at hava eina hugnasamkomu á Oxford Allé 1. Jóladag fyri teimum, sum ikki fóru heim til jóla.Dýrt var at ferðast til Føroya í sjeytiárunum, flogførini vóru minni, og ferðirnar munandi færri enn í dag. Ofta...

Føddur er konga kongur

Tað var ein gleði at vera saman við Ebenezerkórinum, tá kórið var í Ísrael á vári 2011. Eitt av støðunum, har kórið vitjaði, var Betlehem. Her varð m.a. steðga við eitt stað við útsýni út á nakrar eingir uttan fyri býin. Myndin her er tikin, meðan kórið syngur “Kvirra um fjøll og fløtur.” Søguna um komu frelsarans høvdu vit hoyrt heimanífrá. Boðskapurin um Jesus og...

Betlehem, Jerusalem – og vit

Tey føroysku jólabløðini, sum komu út í 50unum og 60unum, tá undirritaði var á yngri árum, plagdu at seta sín dám á jólamánaðan. Har vóru søgur, hugleiðingar, yrkingar, ofta kryddaðar við hugnaligum tekningum av føroyskum listarfólkum. Hetta var sjálvandi ein onnur tíð við ongum sjónvarpi og fáum útvarpssendingum. Eitt av bløðunum var Jólastjørnan, ið Petur Háberg ritstjórnaði, sum vit annars kendu mest sum talara í...

Hálva øldin hátíðarhildin

FRÁSØGN VIÐ MYNDUM. Sólin skein so fagurliga hendan seinnapartin í oktober, tá ein skari av fólki hittust í Lívdini í Hoyvík fyri at markera 50 árini, síðani byrjað var við verkinum  á Oxford Allé á Amager. Hetta var ein sannur hátíðardagur, har vit sóu eina góða og áhugaverda blanding av fyrrverandi útisetum,  sum høvdu verið lesandi í Danmark okkurt  tíðarskeið frá 70unum til dagin í...

Søgulig mynd av trúboðarum

Hesa mynd tók eg á páskastevnu á Zarepta umleið 1968-69. Her sæst ein aldrandi tænari Harrans, Andrew Sloan, sonur William G. Sloan, trúboðara, saman við Óla á Grømma Jacobsen, ið var farin út í tænastu nakað frammanundan – síðani tveir heimatrúðboðarar, Zacharias Zachariassen og Brynleif Hansen. Uttast til høgru sæst Jonna Sivertsen, ið stutt aftaná flutti saman við manni sínum, Hans, til Grønlands at virka...

Eg ei nelgdur var í lógvar

Í Nýggju Sangbók Guds Fólk , sum kom út fyri nøkrum árum síðani, eru framvegis nógvir sálmar og sangir, sum vóru sungnir áður, men hoyrast ikki ofta í dag. Nógvir teirra eru dýrgripir og verdir at taka fram, tá høvi gevst.Ein teirra er stutti sangurin “Eg ei negldur var í lógvar”. Ein talandi yrking um, hvussu Jesus tók alla revsing fyri synd mína á seg,...

Góð tíðindi fyri útisetar

Hetta var yvirskriftin hjá Regin Guttesen til leguna í Norðursjællandi, sum varð hildin 19 – 22. oktober 2023. Vit vóru fleiri luttakarar enn nakrantíð – og spurningurin var, hvussu tað kundi rigga, at vit vóru so mong. Men alt tóktist tíbetur at ganga upp í eina eind, og tað merktist á góða prátinum og atmosferuni sum heild, at fólk kendu seg væl.Í bíbliutímunum hjá Regini...