Knústur fyri meg

Ein stuttur, einfaldur og hjartanemandi sangur plagdi at vera sungin á møtum hjá Operation Josva, sum var eitt evangeliskt verk, ið fór fram tíðliga í sjeytiárunum. Sangurin, ið bert hevði eitt vers, byrjaði við orðunum “knust, knust, knust for mig”.  Danin Flemming Kjær, ið var ein av luttakarunum fyrsta árið, hevði gjørt bæði orð og lag. Orðini í sanginum leiða okkum til kendu profetaorðini um hin líðandi Messias, sum standa í Esaias 53, 5.
Sangurin varð týddur til føroyskt og plagdu, serliga fyrru árini, eisini at verða sungin í Kristnastovu. Onkur spurdi meg eftir hesum sangi nú ein dagin, og her er so teksturin. 

Knústur fyri meg,
av kærleika gavst tú teg sjálvan fyri meg,
til Faðirin tú gjørdi veg,
:,: eitt ævigt lív fekk eg. :,:

Eg prísi tær, halleluja,
eg lovi tær, halleluja.
Amen, amen.

*Orð og lag: Flemming Kjær (Danm.) 1951
(ØB týddi)

You may also like...