Hví júst eg

Orð/lag: Kris Kristoffersen Týtt: ØB

Hví júst eg,
Harri, hvat hevur gjørt,
at tú signaði so
mína friðleysu sál?
Hví júst eg –
eg, sum livdi eitt lív
kensluleyst burt frá tær,
uttan mið, uttan mál?

Hjálp mær nú, Jesus,
tí veikur eg eri.
Tú veitst, einki gott býr í mær.
Men tú hevur frelst meg,
við vissu tað veit eg
og halli meg trygt inn at tær.

Leið meg, Gud,
tí mítt ynski er nú,
at tú eiga skalt alt
– tað av røttum er títt.
Gev mær kraft
til at vera ein rødd,
sum kann tala um teg,
tú, sum alt gjørdi nýtt.

Sangurin er skrivaður av Kris  Kristoffersen
og leysliga týddur til føroyskt einaferð í
sjeytiárunum. Varð sungin av Árna Bass og
Sangbrøðrum á fløgu, sum kom út í 2002.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.