Eg ein nýggjan sang

1. vers/lag: JOY WEBB.  Umseting og 2. vers: ØB

Eg ein nýggjan sang fekk í hjartað,
tá Jesus hann frelsti meg
og vísti mær kærleika sín.
Eg ein nýggjan sang fekk í hjartað,
sum undurfult fyllir meg,
eg syngi, tí Jesus er mín.
Hann kann skapa nýtt lív, har ið áður steindeytt var.
Hann kann birta ljós, tá náttin myrkast tykist mær.
Eg ein nýggjan sang fekk í hjartað,
tá Jesus hann frelsti meg
og vísti mær kærleika sín.

2. Eg ein nýggjan sang fekk í hjartað,
so ofta hann styrkir meg,
tá lítil og veik er mín trúgv.
Tá ið mótið svíkur, seg máttloysið
søkkur inn yvir meg,
hann byggir mót Himlinum brúgv.
Og tá heimsins tónar tagna skulu skjótt ein dag,
hoyrast skal í Himlinum eitt fagurt fagnaðarlag,
hesin sami sangur um Jesus,
sum frelsti og loysti meg,
fulltónaður ljóða skal har.

Sangurin er skrivaður av Joy Webb – eini enskari kvinnu innan Frelsunarherin, sum var leiðari av sangbólkinum “The Joystrings”, ein bólkur, sum var nógv frammi í Onglandi í sekstiárunum Tó var bara eitt vers í ensku versiónini, so eitt vers varð skrivað aftrat.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.