Av hjarta Honum takki eg

Stuart Townend undir vitjan í Keypmannahavn í 2018

Sangurin “My heart is filled with thankfulness” er skrivaður av Keith Ketty og Stuart Townend, sum hava givið okkum aðrar góðar sangir, ið eru týddir til føroyskt – eitt nú “Tað finst ein vón” og “Á Kristus bert”. Hesin sangurin er ein lovsangur til Harran fyri frelsuverk Hansara, fyri  kærleika, kraft og verju á trúarleiðini – og ein halgan til Hansara, sum er Harri og Kongur okkara.

Av hjarta Honum takki eg
sum pínur mínar bar;
úr djúpinum Hann upp meg tók
og lívið veitti mær.
Hann syndarinnar megi breyt,
og ljós á myrkri vann.
Á hjarta mínum ritað er:
Mín rættvísi er Hann.

Av hjarta Honum takki eg,
sum gongur mær við lið,
mær gevur kraft í veikleika,
í ótta hvíld og frið.
Og fyri hvørt eitt trúarstig,
hans lyfti eigi eg.
Hans hendur milt í kærleika
við náði krýna meg.

Av hjarta Honum takki eg,
sum er altvaldandi.
Hans vísa ráð, Hans kærleiki,
um ævir galdandi.
Við kongi mínum dag um dag
í trúgv eg liva kann.
Og eg vil geva lív mítt alt
at elska, æra Hann.
    Keith Getty & Stuart Townend – týtt ØB

You may also like...