Harra himmalsins vit prísa

Orð: HENRY F. LYTE. Lag: JOHN GLOSS. Týtt: ØB

Harra Himmalsins vit prísa,
navni hans hálova hátt.
Loystir skarar heiður vísa,
geva honum dýrd og mátt,
prísið honum, prísið honum,
lov og heiður til vár Drott.

Stór og undurfull hans náði
okkum signar, okkum ber,
alla æru navn hans fái,
altíð hann hin sami er,
prísið honum, prísið honum,
hátt í heiður navn hans ger.

Trygt og væl hann okkum leiðir,
øll vár brek jú kennir hann.
Honum veri dýrd og heiður,
sum í øllum hjálpa kann,
prísið honum, prísið honum,
hvør ein sál, sum frelsu fann.

Prísa honum, einglaherur,
syngið hátt ein fagnaðarsong,
sól og máni, rúmd og verur,
fólkasløg á jørð so mong,
prísið honum, prísið honum,
prís og lov til konga Kong.

“Praise my soul the King of Heaven” er ein av Onglands størstu sálmum. Royndin at umseta henda mæta sálm var gjørd antin í 1968 ella 69. Sálmurin varð fyrst framførdur av Ebenezerkórinum, men verður ídag aloftast sungin sum felagssangur.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.