Heilur tú, sum øllum ræður

ORÐ: ARNULF ÚR LOUVAIN 1250. GRUNDTVIG 1837. Týtt: ØB

Heilur, tú sum øllum ræður,
Frelsari og millummaður!
Heimurin at tær vil søkja,
fegin tó eg vil meg krøkja
til tín kross og fylgja tær.

Hvat sást tú í himmalhøllum
tó í mær og okkum øllum
At tú fórt av ljóssins hæddum,
birti vón í sálum ræddum
komst at geva okkum lív.

Men mítt hjarta, treiskt og tregið,
mangan køvir mína megi,
Lítið megni eg at gera,
hvat kann eg tær, Harri, bera
aftur fyri kærleik tín?

Tú, sum lívið hevur givið,
gev, at eg av sonnum livi,
so tú fyllir sál og sinni,
ert í huga og í minni
lív mítt alt og longsil mín.

Men sum blóman má eg følna,
hond og hjarta skulu kólna,
Tó, um dagar munnu fækka,
deyðan skal eg ikki smakka,
tú tókst mína syndaskuld.

Krossins boðskapi eg trúgvi,
takk, at skjótt hjá tær eg búgvi!
Halt mær, tá tað fer at skýma,
teska í tí síðsta tíma:
leiðin ber til paradís!

Ein gamal, kendur og elskaður sálmur í donskum trúarlívi. Hann verður mangan sungin til gudstænastur, møti og jarðarferðir. Sálmurin inniheldur upprunaliga níggju ørindi – og tey eru at finna í hinari føroysku týðingini, sum byrjar við orðunum “Heilur, frelsari og Kristur”.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *