Kunngerð, mín sál

Norðan fyri Velbastað ----

Eftir Timothy Dudley-Smith         Týtt: ØB

Kunnger, mín sál, hin mæta dýrdardrott,
hvørs signingar ei kenna mørk og mál.
Hans lyftisorð meg lívga, veita mátt,
í Gudi mínum fegnast skal mín sál.

Kunnger hans navn – tað navn av øllum ber,
sig frá tí verki, hond hans hevur gjørt.
Frá øld til øld óbroytt hans náði er,
hans navn er heilagt, undurfult og stórt.

Kunnger hans mátt, her víkja mugu vøld,
og niður níga harradømi vond.
Til skammar verða hjørtu stolt og køld,
Hann føðir svong og rættir veikum hond.

Kunnger, mín sál, Guds dýrd í Orðinum,
hans lyfti halda, og hans hond er sterk.
Guds stórleika sig frá – tí náði, sum
í øllum ættarliðum ger sítt verk.

Háborni enski Sálmurin ”Tell out my soul” er skrivaður út frá tekstinum í Lukas 1, 46-55, har Maria tilbiður Harran, áðrenn hon skal føða Jesus, frumborna son sín og heimsins frelsara.
Sálmurin er skrivaður av enska bispinum, Timothey Dudley-Smith  í 1962 og sæst her í føroyskari týðing, sum varð gjørd í 2015.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *