Tína dýrd tú ofraði

 * Orð/lag Noel Richards  Týtt: ØB

Sangurin varð týddur einaferð í 80unum og fyrst sungin millum unga fólkið í Kristnastovu. Síðani hava nógvar aðrar føroyskar samkomur tikið hann til sín.

Tína dýrd tú ofraði,
tá tú komst av hæddini,
og av hondum, ið tú skapti, vart tú særdur.
Tú lætst lív, men upp tú stóð,
og meg reinsaði títt blóð,
nú tú høgt ert lyftur upp og verður ærdur.
Eg tær lovi, Gud og Harri mín,
hjarta mítt tú vanst – eg eri tín,
ja, tín um ævir vil eg vera.
Tú mær lív við krossins deyða vann,
setti meg í frælsi – frið eg fann.
Eg av hjarta ynski stórt títt navn at gera.

You may also like...