Jesus skal fáa hægsta heiður

Tignarligi lovsangurin, “Jesus shall take the highest honour” er skrivaður av enska lovsangsleiðaranum og tónaskaldinum, Chris Bowater. Hann varð týddur til føroyskt nakað aftan á aldarskiftið og er ofta at hoyra í dag.

Orð og lag: CHRIS BOWATER. Týtt: ØB

Jesus skal fáa hægsta heiður,
fullkomnan lovsong einaferð.
Lat jørð og himmal saman hann upp hevja,
ið ber tað navn, ið yvir øllum er.
Vit falla mugu eyðmjúkt við hans føtur,
tí ein dag skal boyggjast hvørt eitt knæ,
hvør tunga játta skal: Jesus Kristus Harri er,
Sonur Guds, vit prísa tær í dag.

Tí øll signingin, dýrdin og æran
hoyra tær til, hoyra tær til,
øll signingin, dýrdin og æran
hoyra tær til, hoyra tær til,
tú Sonur Guds, harri í ævirnar.

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *