Vit prísa tær, Gud

Orð: William P. Mackay. Lag: John J. Husband. Týtt: ØB

Vit prísa tær, Gud,
syngja fagnaðarsong,
til vár Frelsara stóra,
vár Harra og Kong.

Halleluja, tín er æran,
halleluja, amen,
kom og vitja okkum, Frelsari,
einaferð enn.

Vit lova tær, Gud,
fyri ljósið so bjart,
sum av Golgata skein
inn í myrkrið so svart.

Vit tilbiðja teg,
alla dýrd geva tær,
tú Guds Lamb, sum á krossinum
synd vára bar.

Vit ákalla teg:
Kom og við okkum ver,
so hvør sál fær at kenna,
hvør stórur tú er.

  “Revive us again”. sum hesin sálmur eitur á enskum,  er skrivaður av skotanum William P. Mackay, sum livdi í 19. øld.  Hann er kendur og nógv sungin í evangeliskum samkomum og kirkjum kring heimin.  Sálmurin varð týddur umleið 1967-68.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.