Category: TÝDDIR SANGIR

Hvussu long tíð er tað

Mosie Lister,  sum livdi í tíðarskeiðnum 1921 – 2015 var pastorur innan baptistarnar í USA. Ivaleyst er hann tó mest kendur fyri sínar vøkru og talandi sangir. Nakrir teirra eru týddir til føroyskt, teirra millum “How long has it been”. Sanghøvundurin sigur soleiðis frá bakgrundini til sangin: Eg vaks upp í einum kristnum heimi og varð lærdur at at biðja, tá farið var í song. Tað...

Mær birtist í huga

Sunneva Háberg var í mong ár ein berandi sangari í samkomuni í Ebenezer í Havn.  Hon hevði eina góða, ljósa sopranrødd, sum skaraði framúr, tá felagssangir vóru sungnir. Haraftrat var hon altíð fús at trína fram og syngja ein sang, tá heitt varð á hana. Sum oftast sat Knút, maður hennara, við klaverið, tá hon sang solo. Hennara sangevni vóru halgað Harranum, og hon hevði...

Knústur fyri meg

Ein stuttur, einfaldur og hjartanemandi sangur plagdi at vera sungin á møtum hjá Operation Josva, sum var eitt evangeliskt verk, ið fór fram tíðliga í sjeytiárunum. Sangurin, ið bert hevði eitt vers, byrjaði við orðunum “knust, knust, knust for mig”.  Danin Flemming Kjær, ið var ein av luttakarunum fyrsta árið, hevði gjørt bæði orð og lag. Orðini í sanginum leiða okkum til kendu profetaorðini um hin...

Tína dýrd tú ofraði

Tína dýrd tú ofraði

 * Orð/lag Noel Richards  Týtt: ØB Sangurin varð týddur einaferð í 80unum og fyrst sungin millum unga fólkið í Kristnastovu. Síðani hava nógvar aðrar føroyskar samkomur tikið hann til sín. Tína dýrd tú ofraði, tá tú komst av hæddini, og av hondum, ið tú skapti, vart tú særdur. Tú lætst lív, men upp tú stóð, og meg reinsaði títt blóð, nú tú høgt ert lyftur...

Á lívsins leið

“Á lívsins leið” er ein av mongum sangum, sum er komin av hondum John W. Petersons, sum livdi í tíðarskeiðinum 1921-2006 og var úr USA. Sagt verður um John W. Peterson, at hann skrivaði yvir 1000 sangir og hevði stóra ávirkan á evangeliskan sangin frá 50unum og inn í 70ini.  Fleiri av sangum hansara eru týddir til føroyskt og hava verið sungnir í føroyskum samkomum...

Sum Kristi samkoma – á enskum

Sangurin “Sum Kristi samkoma” var skrivaður til eina legu, sum Kristnastova helt uppi í Kikhavn í 1984. Síðani hevur hann ofta verið nýttur sum felagssangur í samkomuhøpi. Nakað síðani varð hann umsettur av trúboðarahjúnunum, Onnu (fyrr Fuglø) og David Rodda. Hjúnini hava virkað úti í Senegal, men búgva í dag í Cornwall í Onglandi. Tey hava týtt fleiri føroyskar sangir til enskt, og væl tykist...

Harri, lat meg kvirran vera

Svenska sálmskaldið, Lina Sandell, yrkti nógvar sálmar og andaligar sangir, sum eru fólkaogn í dag og hava verið til stóra signing. Fleiri teirra eru týddir til føroyskt, eitt nú “Bert ein dag” og “Er tað satt, at Jesus er mín bróðir”. Sangir Linu Sandells eru merktir bæði av djúpari trúgv og barnsligum áliti á Jesusi og lyftum Hansara. Teir  boða frá inniligari langtan eftir at...

Sólarris um heimsins lond

Sólarris um heimsins lond

                            UPPRUNAHEITI: “JOY HAS DAWNED”  – Orð/lag: Stuart Townend og Keith Getty  –  Týðing: ØB Sólarris um heimsins lond, orð, frá fyrndum boðað, frelsuboð um lív og vón allar tjóðir fáa. Har var einki lúðraljóð, fáar vóru røddir, tá ið gávan givin varð: Jesus, hann varð føddur. Tó – teir hoyrdu einglasong har í dýrdarljósi, Tá ið lívsins kongur fekk lívd...

Eins og tystum hjørti

Eins og tystum hjørti

Eins og tystum hjørti leingist eftir vatni – langtandi, sál mín tráar eftir tær, mín Gud, og vil tilbiðja teg. Skjøldur, skjól ert tú vorðin mær, mín andi tráar eftir tær. Gud, tú ert míns hjartans longsil, og eg vil tilbiðja teg . Orð/lag: Martin J. Nystrøm. Týtt: ØB Skrivaður í 1984 við Sálmi 42,1 í huga:  

Eitt samfelt takkarlag

Eitt samfelt takkarlag

Eitt samfelt takkarlag ljóma til Harran skal her í dag. Hann, sum so okkum elskar, er okkum alt. Vár tøkk er innilig fyri tín kærleika, lív og frið, Jesus, av hjørtum, varrum við, vár tøkk tú fáa skalt. :,: Nú syngið fagnaðarsong, fagnaðarsong, Harrans fólk í dag. Lat hoyrast lov og tøkk til vár Kong . :,: Orð/lag: Patricia Morgan & Dave Bankhead. Týtt: ØB...