Harri, lat meg kvirran vera
Svenska sálmskaldið, Lina Sandell, yrkti nógvar sálmar og andaligar sangir, sum eru fólkaogn í dag og hava verið til stóra signing. Fleiri teirra eru týddir til føroyskt, eitt nú “Bert ein dag” og “Er tað satt, at Jesus er mín bróðir”.
Sangir Linu Sandells eru merktir bæði av djúpari trúgv og barnsligum áliti á Jesusi og lyftum Hansara. Teir boða frá inniligari langtan eftir at læra Harran og vegir Hansara betri at kenna. Lina Sandell upplivdi nógvar royndir í lívinum og hevði haraftrat ringa heilsu, og tað er eyðvitað við til skapa eina bakgrund fyri sangum hennara.
Ein styttri sangur er nú komin aftrat á føroyskum, byrjandi við orðunum “Harri, lat meg kvirran vera”. Sangurin er ikki ólíkur nógvum av tí, Lina Sandell hevur yrkt og er ein longsil eftir friði og kvirru hjá Harranum.
Orð: Lina Sandell Týtt: Robert R. Sivertsen & ØB
Harri, lat meg kvirran vera,
eins og barn, hjá móður er.
Lat meg ikki friðin missa
og ta troyst, tín Andi ber.
Og tá angist á meg kemur,
gævi, at títt orð meg nemur,
og ei mær úr huga fer.
Lat tá náði tína lýsa
geva kraft, um hart er stríð.
Sinni mítt og hjarta veri
tengt til krossin alla tíð.
Lat meg møta tær við sálmum,
fagna tær við Elims pálmum,
sál mín syngja, loyst og frí.