Category: TÝDDIR SANGIR

Harra himmalsins vit prísa

Harra himmalsins vit prísa

Orð: HENRY F. LYTE. Lag: JOHN GLOSS. Týtt: ØB Harra Himmalsins vit prísa, navni hans hálova hátt. Loystir skarar heiður vísa, geva honum dýrd og mátt, prísið honum, prísið honum, lov og heiður til vár Drott. Stór og undurfull hans náði okkum signar, okkum ber, alla æru navn hans fái, altíð hann hin sami er, prísið honum, prísið honum, hátt í heiður navn hans ger....

Vetur er um teigar

Vetur er um teigar

Orð: Christina G. Rossetti – Lag: GUSTAV HOLST – Týtt: ØB Vetur er um teigar, hvítnað eru fjøll, Kaldir blása vindar yvir tún og vøll Langtandi vit leita til tað søgu, sum hesa ársins tíð er nær í huganum. Tónarnir úr erva fyltu teig og ong. Fróir sungu einglar prís til konga kong. Móðir sveipar barn sítt eymt – og kyssir tað. Signaði og tilbað undrandi...

Vel vinin besta

Vel vinin besta

Orð og lag: Otto Udd-Johansen. Týtt: ØB Vel Jesus nú í lívsins føgru ungdómsmegi, gev honum hjarta títt, nú heitt og lætt tað slær. Ein vinur trúfastur hann er í sorg og gleði og leiða vil teg gjøgnum alt, ið møtir tær. Vel vinin besta, og lat hann vera tín leiðara gjøgnum lívið her. Er hann í ungdómsdøgum tín, hann vil teg bera ígjøgnum lívið alt,...

Hví júst eg

Hví júst eg

Orð/lag: Kris Kristoffersen Týtt: ØB Hví júst eg, Harri, hvat hevur gjørt, at tú signaði so mína friðleysu sál? Hví júst eg – eg, sum livdi eitt lív kensluleyst burt frá tær, uttan mið, uttan mál? Hjálp mær nú, Jesus, tí veikur eg eri. Tú veitst, einki gott býr í mær. Men tú hevur frelst meg, við vissu tað veit eg og halli meg trygt...

Eg ein nýggjan sang

Eg ein nýggjan sang

1. vers/lag: JOY WEBB.  Umseting og 2. vers: ØB Eg ein nýggjan sang fekk í hjartað, tá Jesus hann frelsti meg og vísti mær kærleika sín. Eg ein nýggjan sang fekk í hjartað, sum undurfult fyllir meg, eg syngi, tí Jesus er mín. Hann kann skapa nýtt lív, har ið áður steindeytt var. Hann kann birta ljós, tá náttin myrkast tykist mær. Eg ein nýggjan...