Vetur er um teigar

Orð: Christina G. Rossetti – Lag: GUSTAV HOLST – Týtt: ØB

Vetur er um teigar,
hvítnað eru fjøll,
Kaldir blása vindar
yvir tún og vøll
Langtandi vit leita
til tað søgu, sum
hesa ársins tíð er
nær í huganum.

Tónarnir úr erva
fyltu teig og ong.
Fróir sungu einglar
prís til konga kong.
Móðir sveipar barn sítt
eymt – og kyssir tað.
Signaði og tilbað
undrandi hin dag.

Lýsti ljós av himli
yvir lágu lon.
Fegnir funnu hirðar
himins kongason.
Jørð og himmal hvørva
skulu einaferð.
Men Hans navn skal liva,
sum vár kongur er.

Gævi, at eg kundi
gávur givið her,
eins og ríkir vísmenn
gjørdu hinaferð.
Fegin tó eg gevi
Honum hjarta mítt,
sum kom meg at frelsa
inn í ríki sítt.

Enski jólasangurin “In the bleak midwinther”  var týddur í 2012. Tó er sangurin nakað leysliga týddur. Hann varð sungin av Kristnastovu-kórinum um jóltíðir sama ár.

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *