Andlit hans vit skulu sjá

Orð/lag: NORMAN J. CLAYTON (1903–1992). Týtt: ØB

Andlit hans vit skulu sjá
skjótt ein gyltan morgun.
Tá hvør skuggi svinnur,
sálin hvílu finnur.
Sorgin er til gleði vend,
eingin neyð og pína.
Horvin brátt
myrka nátt,
tá vit síggja hann.

Harrin turka skal hvørt tár
skjótt ein gyltan morgun.
Skeiðið her er runnið,
og á mál er vunnið.
Eingin eymkan, suff og sút
kennist í tí landi.
Endað stríð
alla tíð,
tá vit síggja hann.

Eingin skilnaður er meir
skjótt ein gyltan morgun.
Undurfulla løta
vinum aftur møta.
Og eitt fagurt fagnaðarlag
Himmalin skal fylla.
Stund so sæl,
alt er væl,
tá vit síggja hann

Sangurin “We shall see his lovely face” eftir amerikanska sangskrivanum Norman J. Clayton varð í 1967 innsungin á EP-plátu hjá Sangbrøðrum. Hann er helst týddur sama ár.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.