Unn mær at umboða tín frið

Fyri nøkrum árum síðani var tað onkur, sum bað meg umseta hendan sangin, sum á enskum eitur “Make me a channel of your peace”. Sangurin sigst at vera tikin úr bøn eftir Fransis úr Assisi í Italia, sum livdi í 12 og 13. øld. Sebastian Temple (1928-1997) skrivaði sangin út frá hesum kendu orðum. Um orðini í Esaias 61,1 hava verið í huga høvundans, vita vit ikki, men tað kundu verið.   Lagið gjørdi Temple eisini.
Vit liva í eini tíð við ófriði, kríggi í Europa og nógvum spenningi millum lond. Kanska bønin og sangurin er serliga viðkomandi júst nú? Tú kanst hoyra sangin á enskum her:     https://www.youtube.com/watch?v=g8eorCEMIK4

Unn mær at umboða tín frið,
tín kærleika, har hatur valda man,
ta náði, sum kann lekja syndasár,
ta trúgv, ið yvir vantrúgv vinna kann.

Unn mær at umboða tín frið,
og bera boð um vón í heimin út,
at birta ljós, har niða er og nátt,
og kveikja gleði, har ið valdar sút.

    Á, meistari, mær veit at søkja tað,
ið øðrum enn mær sjálvum lætta ber,
at skilja onnur – betur sýna teim   

tann kærleika, í tínum hjarta er.                                                                       

Unn mær at umboða tín frið,
ta fyrigeving, ið tú veitti mær,
og geva tað, ið mær varð givið her,
at doyggja – endurføddur tó í tær.

Týtt: ØB

 

You may also like...