Jesus, eg takki tær

Hesin sangur er helst  skrivaður í 1981, tí tá stendur hann at lesa í útisetablaðnum Boðberin, sum Kristnastova gav út í mong ár. Sangurin er ein persónligur lovsangur til Harran fyri náði, lyfti og signingar hansara gjøgnum lívsins skiftandi tíðir.  Hann er nr. 311 í Nýggju Sangbók Guds Fólks. Sangurin er eisini við á fløguni hjá Mariu Hentze, sum kom út í 2004, og kann...

Hondin omanífrá

Einaferð í nítiárunum kom eitt tindasvín (pinnsvín) sær í óføri við eitt kjallaravindeyga í Kristnastovu. Tað var fangað av støðuni og megnaði ikki at koma sær burtur. Óhepna tindasvínið fekk umsíðir eina hjálpandi hond og varð sett í frælsi. Hetta gav íblástur til eina grein, sum stóð á baksíðuni í blaðnum Boðberin. Greinin kann kann lesast her.

Tey hugdu upp til Hansara

”Tey hugdu upp til Hansara og lýstu av gleði, og andlit teirra rodnaði aldri av skomm.”  Hesi orð standa í Sálmi 34,6.Sum barn var eg hugtikin av tí skaranum av fólki í uniformi, sum hvørja viku fór marsjerandi oman á Vaglið í Havn fyri at halda útimøti. Óneyðugt at siga var talan um Frelsunarherin. Eg var hugtikin av teirra sangi, hornblástri og eisini teirra vinarligu...

Tá eg við krossin syndatyngdur stóð

Sangurin, sum byrjar við  yvirskriftini omanfyri, stóð í tí gomlu sangbókini “Salmer og sange”, sum samkoman í Thorsgade 40 á Nørrebro plagdi at nýta. Hesin stutti sangur plagdi viðhvørt at vera sungin á møtum í donsku samkomuni og hevur ein tekst við einum persónligum vitnisburði.  Sangurin tóktist mær vakur og inniligur – bæði í lagi og boðskapi – og tí royndi eg at umseta hann...

Legur í hálva øld

Kristnastova hevur havt legur í Norðurjællandi í hálva øld. Fyrsta legan var á ”Kongelejren” við Sejerø Bugt í Norðursjællandi í februar 1976. Hetta rúmliga legustað var tá ogn hjá Apostolsk Kirke.  Arbeiðið í Kristnastovu byrjaði í 1973, og vit fingu skjótt samband við nógvar føroyingar. Trý ár eftir byrjanina hildu vit tað verið eitt hugskot at hava eina føroyska legu fyri nøkrum av teim mongu,...

HVAGAR STEVNA VIT?

Hesin boðskapur stóð í einum faldara hjá Kristnastovu, ið varð býttur út á Ólavsøkuni í 2005, sum varð hildin á Norðuratlantbryggjuni í Keypmannahavn. Tað er hugtakandi at síggja føroyskar kappróðarbátar, sum stevna fram móti málinum við fullari ferð. Áralagið, orkan, konsentratiónin – alt telur við. Og ikki minst hetta, at hava eitt vakið eyga við málinum.  Hetta er serstaka uppgáva róðurmansins. Hvørt lítið frávik kann...

Gev Gud at kærleikans andi

“Let there be love shared among us.” Hetta er ein stuttur sangur, sum var nógv sungin í enskum samkomum um aldarskiftið. Hann er ein bøn um, at kærleiki Kristusar skal vera útheltur í tí landi, vit liva í, og gera sítt verk í hjørtum og lívum. Sangurin er leysliga týddur til føroyskt, og niðast ber til at finna eina enska innspæling. Vit hava sungið hann...

Summartíðin gylta

Susan og eg vóru við synum okkara í farloyvi heima í Føroyum nakrar mánaðar í 1983-84.  Vit vóru við til summarlegurnar á Zarepta, har sangurin rungaði við megi millum luttarakarnar. Mær tóktist, at ein sangur vantaði í, sum setti orð á summarið og vøkru náttúruna, sum var rundan um legustaðið á Vatnsoyrum. So komu orð og lag til nýggja sangin, sum so varð introduseraður fyri...

Sál mín hvílir

Viðhvørt verður tosað um um at “hvíla í sær sjálvum”. Og hóast vit helst skilja, hvat tað meinast við, er spurningurin, um ikki hendan orðingin er óheppin. Tí hann reisir spurningin: er tað innan í okkum sjálvum vit skulu finna hvílu? Øðrvísi er við tí hvíluni, sum Jesus veitir teimum, ið trúgva á Hann. Hon botnar ikki í tí, vit sjálvi eru, men í tí,...

Tinna og Sigurd Berghamar á yngri árum

Kvøða til faðir

  Í dag, 5. juni 2026, er pápadagur. Haldi meg síggja, at mong nýta høvi at heilsa ella minnast pápa teirra. Eg var signaður við at hava ein sera góðan, vísan og kærleiksfullan pápa, ið eg minnist við stórum takksemi – og sakni. Til 80 ára dag hansara 22. desember 1990 skrivaði eg ein sang, sum kann lesast niðanfyri. Hann var sungin við lagnum “Tit...