Útitrúboðarar hittust á samkomu
Í september var rættiliga fitt tal av føroyskum trúboðarum heima í Føroyum og ferðaðust. Og tað er ikki so ofta, at tað hendir. Í hesum sambandi varð – við stuttum skotbrái – samkoma fingin í lag, har vit fingu høvi at hittast í hugnaligum umhvørvi á Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Sámal Mikkelsen úr Klaksvík skipaði fyri samkomuni og borðreiddi við eini føroyskari delikatessu, sum fløvaði heimkomnu útisetarnar, ið dagliga eru spjaddir ymsastaðni í heiminum. Sera hugnaligt at sita í eldri, søguligum húsi í Klaksvík og hyggja út á vágna – ja, eins og í gomlum døgum.
Fyri Susan og meg, sum vóru heima um hetta mundið, var hetta ein serlig gleði. Tey allarflestu, sum vóru tilsteðar, hava vit kent gjøgnum mong ár. Tey hava ferðast um Keypmannahavn og mangan gist í Kristnastovu, nøkur teirra mintust vit, tá tey fóru út í missjón á allarfyrsta sinni,
Undir samkomuni nevndi eg, at stórur partur av útitrúboðarasøgu okkara var savnaður í Seglhúsinum hesa løtuna. Her hugsi eg ikki minst um Óla á Grømma, Páll Poulsen og Hans Sivertsen, sum longu fyrst í 60unum fóru út í tænastu,
Ein serlig gleði var eisini at hava Lív Poulsen og Árna Hilmarsson úr Íslandi saman við okkum, ið nýliga eru trúlovað og skjótt fara inn í hjúnalag. Lív hevur virkað í trúgvari tænastu í Senegal í mong ár, meðan Árni hevur veri ein av berandi kreftunum á legunum í Ástjørn í eitt longri tíðarskeið.
Hesa løtuna var mangt at tosa og hugleiða um – eisini frá “pionertíðini”, tá trúboðararnir vóru færri í tali. Mangt er broytt gjøgnum mongu árini, sum farin eru.
Fleiri okkara, sum vóru á hesi samkomu eru komin upp í eldri ár, og heilsan hevur bilað hjá summum. Og hóast fleiri okkara ikki megna tað, vit einaferð kundu, kunnu vit biðja, stuðla og vera við á ymiskan hátt.
Ídag kunnu vit gleðast um, at stórt tal av føroyingum er úti í evangeliskari tænastu. Mong teirra eru í góðum árum. Orðið verður umsett, boðað og ber ávøkst.
Løtan var ikki long, men dýrabør. Vit vóru takksom fyri høvi at síggjast einaferð enn, og eftir at vit høvdu sagt hvørjum øðrum farvæl, fóru vit í hvør sína ætt. Nú, ið eg skrivi hesi orð, koma hesar reglur mær til hugs úr einum sangi, sum vit mangan plagdu at syngja fyrr:
Sum stormur flúgvi orðið
um hav og fjøll og lond.
til lívsins boð er borið
til havsins ytstu strond.
Skjótt kemur hvílan søta
til tann, sum stríddist her.
Ein stutt, ein møðsom løta,
og so hann kransin ber.
(NSGF 965)
Tøkk til Sámal Mikkelsen, sum skipaði fyri hesum tiltaki við øllum tí góða, sum borðreitt varð við. Nakrar myndir aftrat síggjast niðanfyri.






