Category: TÝDDIR SANGIR

Tá eg við krossin syndatyngdur stóð

Sangurin, sum byrjar við  yvirskriftini omanfyri, stóð í tí gomlu sangbókini “Salmer og sange”, sum samkoman í Thorsgade 40 á Nørrebro plagdi at nýta. Hesin stutti sangur plagdi viðhvørt at vera sungin á møtum í donsku samkomuni og hevur ein tekst við einum persónligum vitnisburði.  Sangurin tóktist mær vakur og inniligur – bæði í lagi og boðskapi – og tí royndi eg at umseta hann...

Gev Gud at kærleikans andi

“Let there be love shared among us.” Hetta er ein stuttur sangur, sum var nógv sungin í enskum samkomum um aldarskiftið. Hann er ein bøn um, at kærleiki Kristusar skal vera útheltur í tí landi, vit liva í, og gera sítt verk í hjørtum og lívum. Sangurin er leysliga týddur til føroyskt, og niðast ber til at finna eina enska innspæling. Vit hava sungið hann...

Eg ein nýggjan sang fekk í hjartað

Sangurin “Eg ein nýggjan sang fekk í hjartað” er skrivaður av ensku Joy Webb, sum var offiserur innan Frelsunarherin. Hon var eisini leiðari av sangbólkinum “The Joystrings”, sum í 60unum gjørdust kendir í Onglandi, har onkur av sangunum enntá kom á hitlistan í bretskum TV, sum var óvanligt. Hesin bólkur náddi út til fólkið við evangeliska boðskapinum við teirra frísku og livandi sangum – heilt...

Við trónu Guds

“Before the throne of God above” er ein  eldri, enskur sálmur, sum umtalar høvuðsprest okkara í himli og týðandi tænastu Hansara við høgru hond Guds, har Hann talar okkara søk. Sálmurin er skrivaður av írskari kvinnu, Charitie Lees Smith (1841 – 1923) og er eitt dømi um, at eitt nýtt lag kann geva einum gomlum sálmi lív og flog. Amerikanska kvinnan Vikky Cook skrivaði í...

Sólarris um heimsins lond

Bretsku sangsmiðirnir Keith Getty og Stuart Townend hava skrivað fleiri av teim nýggjari sangunum, sum samkomur syngja kring heimin í dag. Fleiri av sangum teirra eru umsettir til føroyskt, teirra millum eru. “Í Kristusi mín vón er bygd” og “Myrkur, kvøl og háð”. Sangirnir hjá Getty og Townend hava eitt týðuligt bíbilskt grundstøði og eru rættiliga evangeliskir í innihaldi. Sangurin niðanfyri eitur á enskum “Joy...

Kunnger, mín sál

Hin háborni enski sálmurin ”Tell out my soul” er skrivaður við tekstinum í Lukas 1. 46-55 í huga.  Har vitjar Maria skyldkonu sína, Elisabet, eftir at hon er vorðin við barn og skal føða Jesus, frumborna son sín og frelsara heimsins.  Maria tilbiður Harran við orðum, sum ganga aftur í hesum sálmi. Tað er enski bispurin, Timothey Dudley-Smith, sum skrivaði sálmin  í 1962, ið sæst...

Av hjarta Honum takki eg

Sangurin “My heart is filled with thankfulness” er skrivaður av Keith Ketty og Stuart Townend, sum hava givið okkum aðrar góðar sangir, ið eru týddir til føroyskt – eitt nú “Tað finst ein vón” og “Á Kristus bert”. Hesin sangurin er ein lovsangur til Harran fyri frelsuverk Hansara, fyri  kærleika, kraft og verju á trúarleiðini – og ein halgan til Hansara, sum er Harri og...

Lær meg tín veg

“Teach me Thy Way, oh Lord” eitur hann á upprunamálinum og er skrivaður út frá tekstinum í Sálmi 27,11: “Lær meg veg tín, HARRI”. Orð og lag til henda einfalda, inniliga sangin eru skrivað av bretanum, Benjamin Mansell Ramsey, sum livdi í tíðarskeiðinum 1849 – 1923.  Sangurin varð týddur til føroyskt fyri nøkrum árum síðani – nakað frítt tó – og hann er nr. 892...

Hjálp mær at umboða tín frið

Fyri nøkrum árum síðani var tað onkur, sum bað meg umseta hendan sangin, sum á enskum eitur “Make me a channel of your peace”. Tað var ikki nøkur løtt uppgáva. Sangurin sigst at vera tikin úr bøn eftir Fransis úr Assisi í Italia, sum livdi í 12 og 13. øld. Sebastian Temple (1928-1997) skrivaði sangin út frá hesum kendu orðum. Um orðini í Esaias 61,1...

Heilur tú, sum øllum ræður

Hetta er ein gamal, kendur og elskaður sálmur, sum talar um líðing og deyða Jesusar fyri syndir heimsins  langa fríggjadag fyri umleið 2000 árum síðani. Sálmurin minnir okkum á, hvussu dýr okkara frelsa er, og at offurdeyði Hansara eigur at framala eitt persónligt aftursvar, har lív okkara gerst halgað Honum, sum gav alt fyri at frelsa okkum. Sálmurin kemur frá gomlum frumteksti, sum Grundtvig hevur...