Tá eg við krossin syndatyngdur stóð
Sangurin, sum byrjar við yvirskriftini omanfyri, stóð í tí gomlu sangbókini “Salmer og sange”, sum samkoman í Thorsgade 40 á Nørrebro plagdi at nýta. Hesin stutti sangur plagdi viðhvørt at vera sungin á møtum í donsku samkomuni og hevur ein tekst við einum persónligum vitnisburði. Sangurin tóktist mær vakur og inniligur – bæði í lagi og boðskapi – og tí royndi eg at umseta hann til føroyskt fyri umleið 25-30 árum síðani. Høvundan havi eg ikki enn funnið fram til, men sangurin er nú komin við í í Nýggju Sangbók og er nr. 529.
Vakra lagið verður brúkt til ein kvøldsálm eisini, og eg gjørdist bilsin einaferð, tá eg hoyrdi lagið í sending í Kringvarpinum, vakurt spælt av Havnar Hornorkestri undir leiðslu Ove Olsens.
Lagið liggur nú á youtube undir: https://www.youtube.com/watch?v=MwNQZkTX7Jg
Legg merki til variatiónina aftaná fyrsta vers, tá murrað verður, meðan flestu ljóðfør tiga,
NÓTAR HER
Tá eg við krossin syndatyngdur stóð,
frelstur eg varð ígjøgnum Kristi blóð .
Har fann eg frið, mín sál fekk trygga grund,
akker í lívi og í deyðans stund.
Merktur av synd og uttan mál og mið
livdi eg uttan Kristus, uttan frið,
men tá eg knústur stóð við krossins fót,
fekk eg í Kristi blóði heilsubót.
Loystur eg varð – mær birtist lívið nýtt .
Ein nýggjan sang eg fekk í hjarta mítt .
Nú fram mót Himli syngur sál mín fró
sangin um Jesus og hans dýra blóð .
Yrkjari ókendur. Týtt: ØB
Lat meg leggja aftrat: at undir einar samkomulegu á Zarepta fyri fleiri árum síðani segði ein kvinna við meg, at hennara egni, persónligi vitnisburður kom beinleiðis fram í hesum sangi – serliga var tað annað ørindi, hon hugsaði um. Áhugavert at hoyra, og eg kundi so læra hana og onnur lagið til sangin, sum tey ikki kendu frammanundan.