Category: ORÐIÐ

HVAGAR STEVNA VIT?

Tað er hugtakandi at síggja føroyskar kappróðarbátar, sum stevna fram móti málinum við fullari ferð. Hvør verður fyrstur á málið? Áralagið, orkan, konsentratiónin – alt telur við. Og ikki minst hetta, at hava eitt vakið eyga við málinum.  Hetta er serstaka uppgáva róðurmansins. Hvørt lítið frávik kann koma at kosta. Í ringum róðararlíkindum á Òlavsøku í Havn er onkuntíð tað hent, at onkur bátur er...

Sál mín hvílir

Viðhvørt verður tosað um um at “hvíla í sær sjálvum”. Og hóast vit helst skilja, hvat tað meinast við, er spurningurin, um ikki hendan orðingin er óheppin. Tí hann reisir spurningin: er tað innan í okkum sjálvum vit skulu finna hvílu? Øðrvísi er við tí hvíluni, sum Jesus veitir teimum, ið trúgva á Hann. Hon botnar ikki í tí, vit sjálvi eru, men í tí,...

Leið meg til klettin

 Frá enda jarðarinnar rópi eg til Tín, meðan hjarta mítt ørmaktast. Leið meg til klettin, sum er hægri enn eg! Sálm. 61,3 Tað stendur ein stórur klettur uttan fyri eini gomul hús niðri við Rættará í Havn. Vit, ið vóru smádreingir í fimmtiárunum og búðu har í grannalagnum, høvdu til fragd at klúgva upp á klettin – sum vit eisini kallaðu hann. Tíðin er farin,...

Eg goymi orð Títt í hjartanum

Eg minnist væl onglendingin Geoffrey Bull, sum kom til Føroya mitt í sekstiárunum, vitjaði fleiri samkomur og talaði orð Guds. Hann var eitt kent navn millum fólk í Bretlandi, tí hann hevði eina rættiliga serstaka søgu. Geoffrey Bull hevði verið trúboðari í Tibet, men varð tikin av kommunistunum, sum hildu hann vera spión. Hann varð settur í fongsul í Kina, har teir royndu at heilavaska...

Óbroytiligur er kærleiki Harrans

Millum teir lovsangir, vit syngja í Kristnastovu, er hesin ein av teimum afturvendandi. Hetta er ein stutt, einføld yrking, sum umtalar náði og trúfesti Harrans, ið ikki broytast í einum heimi, sum annars umskiftist alla tíðina. Orðini eru hesi: Óbroytiligur er kærleiki Harrans. Hans náði aldri burt takast kann, hon er nýggj hvønn ein morgun, nýggj hvønn ein morgun, stór er tín trúfesti á Gud....

Trygdin í Kristusi

“Seyður mín hoyrir rødd mína, Eg kenni Hann og hann fylgir Mær. Og Eg gevi honum ævigt lív. Hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni”.( Johs. 10. 27-28).Ein eldri maður í Føroyum, sum eg kendi væl, tosaði einaferð við ein yngri, trúgvandi mann um hetta, at kenna seg tryggan í hondum Guds og ikki vera í vanda...

Játtan og fyrigeving

Eg minnist, tá eg sum smádrongur kom at bróta eitt vindeyga nokk so meint í einum húsum í grannalagnum, har vit búðu niðri vid Rættará Havn. Hetta hendi undir spæli saman við øðrum. Eg rann sum ein hvirluvindur burturfrá í vón um, at hetta ikki fekk nakrar avleiðingar. Men onkur hevði sagt frá tilburðinum, og tað kom fyri oyruni á pápa mínum. Hvørja avtalu pápi...

Gævi dagur aldri fór at halla

Hetta eru seinastu orðini í vakra summarsangurin hjá Jens Dam Jacobsen, sum føroyingar mangan syngja saman á fundum og samkomum. Sangurin er eisini ein góð lýsing av einum føroyskum, litríkum hásummardegi, tá alt andar av livandi lívi frá fjøru til fjallatind. Tað er eins og at yrkjarin vil siga: . Gævi, at klokkan steðgaði her. Gævi, at vit klundu fastfryst hesa myndina í livandi líki....

Kall Harrans á ungan mann

Áðrenn eg myndaði teg í móðurlívi, kendi eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði eg teg….Tú skalt fara til øll, ið eg sendi teg til og tala alt, ið áleggi tær at tala.  Jer. 1,5 og 7. Kann Harrin kalla á ein tannáring og geva honum eitt týðandi álitisstarv? Tað tykist søgan um Jeremias profet at siga okkum. Tí menn meina, at...

Guds svar til stúran

”Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar …” 2. Tim 1,7 Bíblian sigur: ”Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.” At vinna á óttanum byrjar við fatanini av, at ótti er ‘ein andi,’ og hann er ikki frá Gudi. Fyri hvørja ferð tú fatar tað, er lættari hjá tær ikki at geva eftir fyri honum. Hvat gevur...