At koma heimaftur
Um jóltíðir ferðast ungir føroyingar í hópatali heim til Føroya at vera saman við foreldrum og systkjum. Vit vilja helst vera saman við “okkara” um høgtíðina − hava okkara kæru rundan um okkum. Hetta liggur djúpt í okkum øllum.
Boðskapurin, sum knýtir seg til jólini, er ein vøkur og undurfull søga, um hvat Gud gjørdi, fyri at menniskja skuldi koma heimaftur. Harranum okkara longdist eftir at hava samfelag við okkum, sum hann hevði skapt í bílæti sínum. Syndin hevði volt skilnað millum Gud og menniskju. Men so hendi tað stóra undur, sum eisini varð profeterað um frammanundan, at “Orðið varð hold og tók bústað millum okkara”. Gud sjálvur kom gjøgnum Jesus, son sín, og dvaldi millum okkara.
Rúm var tó ikki fyri honum i gistihúsinum. Hansara egnu tóku ikki ímóti honum. Og viðferðin av lívsins harra var ongantíð meiri hjartaleys, myrk og ónd, enn tá ið Jesus, 33 ára gamal, varð krossfestur á Golgata, hóast hann einki ilt hevði gjørt. Men Gud hevði eina aðra dagsskrá enn hana, sum tey høvdu, ið krossfestu Frelsaran. Júst gjøgnum deyða hansara varð ein útvegur gjørdur, sum kundi leiða okkum heim aftur til Gud. Høvuðsendamálið við vitjan hansara her á jørð var júst henda: At taka burt synd okkara og gera eina heimkomu møguliga hjá tær og mær.
Vælkenda søgan í Lukas 15 er um ein son, sum rýmdi frá húsi faðirs síns – og helt seg kunna sløkkja sálartostan í hesum heimi. Men dagur kom, tá honum longdist aftur til faðirhúsið, tí at “eingin gav honum nakað”. Hann tók avgerðina at fara heimaftur – og játta synd sína. Hann reistist og fór. Og so standa hesi talandi orð: “Men meðan hann var langt burtur, sá Faðirin hann, og honum tókti hjartaliga synd í Honum. Hann fór rennandi og leyp um hálsin á honum og kysti hann.” Eitt grípandi dømi um, hvat hendir, tá vit koma heim aftur til Gud.
Tað er tað, sum tú og eg mugu gera, um vit andaliga eru stødd í útlegd – burtur frá Harranum. Koma heimaftur. Harranum Jesusi leingist eftir at hava samfelag við okkum, og himmalin frøist, tá vit koma heim.
Ljóðið himmalhørpur, berið gleðiboð,
at ein sál er frelst út synd og neyð.
Hon um Jesus hoyrdi, trúði Honum, og
Faðirin vælkomna hana beyð. (NSGF 508)
– Ø –