Author: ossur

Sál mín hvílir

Viðhvørt verður tosað um um at “hvíla í sær sjálvum”. Og hóast vit helst skilja, hvat tað meinast við, er spurningurin, um ikki hendan orðingin er óheppin. Tí hann reisir spurningin: er tað innan í okkum sjálvum vit skulu finna hvílu? Øðrvísi er við tí hvíluni, sum Jesus veitir teimum, ið trúgva á Hann. Hon botnar ikki í tí, vit sjálvi eru, men í tí,...

Tinna og Sigurd Berghamar á yngri árum

Kvøða til faðir

  Í dag, 5. juni 2026, er pápadagur. Haldi meg síggja, at mong nýta høvi at heilsa ella minnast pápa teirra. Eg var signaður við at hava ein sera góðan, vísan og kærleiksfullan pápa, ið eg minnist við stórum takksemi – og sakni. Til 80 ára dag hansara 22. desember 1990 skrivaði eg ein sang, sum kann lesast niðanfyri. Hann var sungin við lagnum “Tit...

Eg ein nýggjan sang fekk í hjartað

Sangurin “Eg ein nýggjan sang fekk í hjartað” er skrivaður av ensku Joy Webb, sum var offiserur innan Frelsunarherin. Hon var eisini leiðari av sangbólkinum “The Joystrings”, sum í 60unum gjørdust kendir í Onglandi, har onkur av sangunum enntá kom á hitlistan í bretskum TV, sum var óvanligt. Hesin bólkur náddi út til fólkið við evangeliska boðskapinum við teirra frísku og livandi sangum – heilt...

Tá koronutíðin endiliga var av

Fýra ár eru liðin, síðani seinstu skuggarnir av korona endiliga vóru burtur. Nú var alt við tað gamla aftur, og í apríl 2022 kundu vit skriva soleiðis til teirra, sum vit plagdu at savna saman til seniorsamkomu.”Nú ið várið er komið, summarið nærkast og korona ikki órógvar longur, vilja vit fegin bjóða til seniorsamkomu í Kristnastovu”.   Sólin skein so fagurliga, tá vit hittust á...

Mammudagur

Ídag er mammudagur, og eg minnist við takksemi mína kæru móðir. Hon var stillfør av lyndi, men samstundis sosial og umsorgsfull og opnaði fegin sítt heim fyri teimum, sum komu á leið hennara.  Mong hava sitið væl inni í barndómsheimi okkara á Dalavegnum. Vit børn av húsinum kendu okkum altíð frí at bjóða øðrum heim til okkara, har ein góður drekkamuður skjótt kom á borðið....

Tá nýtt lív kom í gomlu Norrønu

Fyrr í hesum mánaða vóru 22 ár liðin, síðani Smiril Line seldi gomlu Norrønu til OM (Operation Mobilisation). Dagurin, tá yvirtøkan fór fram, var 6. apríl í 2004. Handanin av skipinum fór fram bæði við tíðindafundi og við almennari móttøku úti í Norðhavnini í Keypmannahavn, har umboð frá OM og Smyril Line vóru hjástødd. Henda dagin var rundvísing umborð á skipinum, har fólk frá OM...

Við trónu Guds

“Before the throne of God above” er ein  eldri, enskur sálmur, sum umtalar høvuðsprest okkara í himli og týðandi tænastu Hansara við høgru hond Guds, har Hann talar okkara søk. Sálmurin er skrivaður av írskari kvinnu, Charitie Lees Smith (1841 – 1923) og er eitt dømi um, at eitt nýtt lag kann geva einum gomlum sálmi lív og flog. Amerikanska kvinnan Vikky Cook skrivaði í...

Tí Hann livir –

Páskasunnudagur er ein fagnaðardagur hjá fólki Guds, tí Jesus reis upp av deyðum páskamorgun og livir í dag. Orðið sigur um upprisna harra og frelsara okkara, at Hann  kann “eisini fullkomiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Honum; tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum  (Hebr. 7,25). Vit undrast og gleðast um henda signaða sannleika. Niðanfyri standandi páskasangur varð skrivaður í 2009. Tó kom niðurlagið...

Leið meg til klettin

 Frá enda jarðarinnar rópi eg til Tín, meðan hjarta mítt ørmaktast. Leið meg til klettin, sum er hægri enn eg! Sálm. 61,3 Tað stendur ein stórur klettur uttan fyri eini gomul hús niðri við Rættará í Havn. Vit, ið vóru smádreingir í fimmtiárunum og búðu har í grannalagnum, høvdu til fragd at klúgva upp á klettin – sum vit eisini kallaðu hann. Tíðin er farin,...

Várið er komið –

Farið er um grækarismessu, og í Føroyum gleðast tey um tjøldrini, sum komin eru aftur til klettarnar. Eftir ein kaldan vetur við kava og frosti kom lýðka umsíðir í luftina, og her í Danmark eru smáu, litríku várblómurnar, snjóklokkur (vintergæk), erantis og krokus nú at síggja. Nakað soleiðis tóktist tað eisini vera í 2012, tá sangurin “Várið er komið” varð skrivaður. Brádliga kom vársins lýðka...