Category: SANGIR – TEKSTIR OG LØG

Spyr Harran fyrst

“Spyr tó fyrst, hvat HARRIN sigur – eru orð Jósafat kongs í eini avgerðarløtu hjá ísraelsmonnum!” (1. Kong. 22,5) Umráðandi er at vit taka Harran við, tá stig og avgerðir skulu takast í livinum. Nógvar avgerðir verða tiknar á ungum árum, sum kunnu hava stóra ávirkan á alt lívið. Hetta er í huganum, tá hesin sangur varð skrivaður til fyrstu leguna hjá Kristnastovu í 1976...

Vinarkvøða

Týsdagin 7. juni fylti ein góður vinur og javnaldur, Jógvan Hammer, áttati. Jógvan, sum er ættaður av Eiði, men býr í Havn, gjørdi í mong ár eitt slóbrótandi arbeiði innan upptøkur við kristiligum tilfari. Eitt nú gjørdi hann upptøkur til fleiri plátur, sum komu út í “60unum”. Teirra millum vóru tær tríggjar EP-pláturnar við bólkinum Sangbrøður, ið undirritaði var ein partur av.Tá Jógvan fylti fimti...

Eg leiti mær lívd

Tað er rættiliga ofta at Harrin verður umtalaður í Bíbliuni sum ein klettur hjá fólki sínum, har vit finna lívd, tá óveður er á leiðini, sum ger okkum óttafull. Dávid brúkar hetta orðið í fleiri førum. Hann syngur um Harran, sum verandi sín klett, har hann finnur hjálp, lívd og styrki. Í Sálmi 61 sigur hann seg vera við enda jarðarinnar – hvar tað so...

Hvat kann heimurin tær geva

Um veturin 1970/71 varð byrjað við  midnáttarsamkomum í Ebenezer í Havn. Hvørt fríggjakvøld leitaðu mong ung inn í Ebenezer fyri at fáa ein drekkamunn – mong teirra komu beinleiðis úr dansihølum í býnum. Á hesum samkomum varð sungið, samtalað og vitnisburðir bornir fram. Skarin var til tíðir heilt stórur.Sangurin “Hvat kann heimurin tær geva” varð skrivaður í  samband við eina ólavsøku, og Sangbrøður framførdu hann...

Míns Faðirs lítli boðberi

Ein kaldan vetrardag fyri mongum árum síðani kom ein lítil fuglur flúgvandi og stoytti ímóti vindeyganum, har skotski truboðarin, William G. Sloan sat. Tað fekk Sloan at minnast, hvør klæddi fuglarnar. Hetta hendi á Viðareiði, har Sloan varð staddur, og so varð yrkingin skrivað, sum kann lesast her á síðuni. Yrkingin varð skrivað á enskum, byrjandi við orðunum “My Fathers little messenger”, men umsett seinni...

Takk fyri frelsuna, Jesus

Leivur Guttesen livdi í tíðarskeiðinum 1929 – 1997.  Hann var sera musikalskur, kundi spæla á fleiri ljóðfør, og hann skrivaði fleiri løg til andaligar sangir. Men hann var lítiðlátin maður og fór stillisliga við tí, sum hann arbeiddi við. Tí var tað gott, at tað umsíðir kom út eitt nótahefti í 2021 við heitinum “Leivur Guttesen  – 48 løg til andaligar sangir.”Sangurin “Takk fyri frelsuna,...

Takk fyri títt verk

“Og eg eri fullvísur í, at Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists.  (Orð Paulusar í Filippibrævinum 1,6). Alt tað, vit eru sum kristin, er grundað á tað verk, ið Gud hevur gjørt gjøgnum son sín, Jesus Kristus. Verk Kristusar á Golgata var eitt fullkomið verk. at vit bera ávøkst í andaliga lívinum – savnast við samkomu hansara –...

Gamla Kristnastova á Oxford Allé

Gamlar gøtur

Sangurin varð yrktur til eina legu fyri fyrrverandi útisetar á Zarepta í 1998 í sambandi við, at arbeiðið í Kristnastovu fylti 25 ár. Teksturin hevur íblástur úr Jeremiasar bók 6,16, har sagt verður “Spyrjið um hinar gomlu gøtur – spyrjið, hvar leiðin liggur til hitt góða”. Sangurin var sungin við fleiri skiftandi solorøddum hjá fólki, ið høvdu búleikast í Danmark og vóru komin heimaftur. Teirra...

Tú, sum altíð verið hevur

“Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er. Í Honum var lív, og lívið var ljós menniskjanna.” 1. Jóhs. 1, 3-4. Tú, sum altíð verið hevur, og sum alt í øllum ert. Vit tær takka, tú sum gevur ríkliga og undur gert. Takk, at tú við lívsins orði leskaði vár tystu sál, trygt tú okkum...

Kanst tú ei fjøldum stýra

Pápi mín, Sigurd Berghamar, sum livdi í tíðarskeiðinum 1910 til 2003, yrkti og umsetti einstakar andaligar sangir og sálmar. Nakrir av hesum sangum standa í Nýggju Songbók Guds og verða stundum sungnir á møtum okkara. Hann skrivaði eisini onkra yrking viðhvørt, sum kanska tey fáu kenna. Her er ein teirra, sum Gunnvør, systir, vísti okkum á og las upp , nú ið vit vóru heima...