Eg leiti mær lívd
Tað er rættiliga ofta at Harrin verður umtalaður í Bíbliuni sum ein klettur hjá fólki sínum, har vit finna lívd, tá óveður er á leiðini, sum ger okkum óttafull. Dávid brúkar hetta orðið í fleiri førum. Hann syngur um Harran, sum verandi sín klett, har hann finnur hjálp, lívd og styrki. Í Sálmi 61 sigur hann seg vera við enda jarðarinnar – hvar tað so er – har hann rópar, meðan hjartað ørmaktast: “Leið meg til klettin, sum er hægri enn eg. Tí tú ert skjól mítt, sterkt torn móti fíggindanum.” (Sálm. 61,3-4)
Harrin er klettur hins kristna, sum vit kunnu leita til aftur og aftur og finna lívd.
Eg leiti mær lívd, tá sálin er nívd.
til klettin tá flýggi eg.
Har friðin eg fann, har hvíla eg kann,
og vardan har kenni meg.
Á tí kletti eg tryggur kann vera,
allar ævir hann halda mær skal.
Og mítt hús stendur trygt, er á Kristusi bygt.
Og mín sál hon er signað og sæl.
Eg leiti mær llívd, tá sál mín er nívd.
í klettinum trygd mín er.
Hjá hvørjum, ið trýr, í hjartanum býr
ein sangur sum tagnar ei.
Um gøtan kenst trong, eg syngi mín song
um Jesus á lívsins leið.
Á tí kletti eg tryggur kann vera,
ei í myrkrinum óttast eg skal.
Tí at hann, sum meg fann, og við blóði meg vann.
hann meg leiðir um tind og um dal.
Eg leiti mær lívd, á signaða hvíld,
í Kristusi trygd mín er.
Orð/lag ØB – skrivaður í 2021