Takk fyri frelsuna, Jesus
Leivur Guttesen livdi í tíðarskeiðinum 1929 – 1997. Hann var sera musikalskur, kundi spæla á fleiri ljóðfør, og hann skrivaði fleiri løg til andaligar sangir. Men hann var lítiðlátin maður og fór stillisliga við tí, sum hann arbeiddi við. Tí var tað gott, at tað umsíðir kom út eitt nótahefti í 2021 við heitinum “Leivur Guttesen – 48 løg til andaligar sangir.”
Sangurin “Takk fyri frelsuna, Jesus” var tó ikki við í nótasavninum. Hann er annars ein av teim fyrstu almennu sangtekstum hjá undirritaða, og varð skrivaður einaferð í 1957/58 til eitt lag hjá Leivi Guttesen. Sangurin kom við í Sunnudagsskúlablaðið – eitt blað. sum kom inn í mong heim í Føroyum. Petur Háberg stjórnaði blaðnum um ta tíðina. og hann tók eisini fegin ímóti tilfari frá yngri fólki í samkomuni.
Takk fyri frelsuna, Jesus,
sál mín vil lovprísa tær,
tí tú hin dagin á krossi
doyði og bjargaði mær.
Fórt frá teim himmalsku hæddum,
leiðina tungu tú gekk,
veitti mær æviga frelsu,
tá tú á krossinum hekk.
Takk fyri stundina, Jesus,
tá eg í trúnni teg sá,
fyri meg líða og doyggja,
tola alt spott og alt háð.
Vildi ei undan teg bera,
valdi hin kvølfulla veg.
Á, hvør ein undurfull náði,
at tað var alt fyri meg.
Takk fyri lyfti títt, Jesus:
Aldri tú sleppa mær vilt.
Mangan við gleði og sangi
hevur tað hjarta mítt fylt.
Tá eg var nívdur av angist,
visti ei ráð ella leið,
styrki tað bar mínum hjarta:
Jesus, Hann svíkur meg ei.
Takk fyri vónina, Jesus.
Skjótt heim í dýrd tú meg ber.
Tá skal eg, frelsari kæri,
prísa tær betri enn her.
Gleði so stór meg skal fylla,
tá eg títt andlit skal sjá,
har tú um ævirnar allar
heiður og lovsang skalt fá.
* Orð ØB / lag: Leivur Guttesen
Øssur
. Øssur