Hann gongur undan

Jesus talar í  Jóhs, kap. 10 um hin góða hirðan og sigur í ø. 4: “Táið hann so hevur leitt út allan seyð sín, gongur hann undan honum; og seyðurin fylgir honum, tí hann kennir rødd hansara.” Ein mynd av Jesusi sjálvum og tryggu leiðslu Hansara av øllum teimum, ið hoyra til rødd hansara og fylgja Honum.
Sangurin “Hann gongur undan” er skrivaður umleið 1965 – og var upprunaliga sungin av Finnleif Durhuus, Almu Olsen og undirritaða, ið plagdu at luttaka við sangi í Bíbliuklassanum í Ebenezer.

Tá ið hvør varði í toku horvin er,
hvør leið er ógongd fyri mær,
gott tá at vita, mín Frelsari meg ber,
og hvønn ein vanda veit og sær.

    Hann gongur undan, og eg fylgi við,
    tryggur eg eri við hansara lið.
    Hann vil meg varða og leiða hvørt stig,
     hann gongur undan, og eg fylgi við.

Hann er mín klettur, tá trúgvin lítil er,
og nýggja kraft mær veitir hann.
Hann er mín verja á hvørji vandaferð,
og einki ilt meg saka kann.

Skjótt skal eg skoða tann bústað, hann mær vann,
har kendir vinir bíða mær.
Tá skal um ævir eg syngja prís til hann,
hann, sum so undurfult meg bar.
–                                  Orð/lag: ØB      Nótar HER

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *