Frá ævunum Guds verk fer fram
Fyrstu trý versini av hesum sangi, sum er nr. 959 í Nýggju Sangbók, skrivaði pápi mín sum eina heilsan til Andrew Sloan, trúboðara, í samband við ein rundan føðingardag hansara. Andrew Sloan var ein trúfastur, bíbliutrúgvur prædikumaður í brøðrasamkomuni, ikki minst í heimasamkomuni, Ebenezer. Eins og faðirin, William G. Sloan, var hann mildur í framferð, vinarligur og umsorgsfullur. Triðja vers sipar til tað, sum stendur í Róm. 10,15: “Hvør yndisligir eru ikki føtur teirra, ið bera fram góðan boðskap”.
Tvey vers komu aftrat teim trimum versunum, og síðani er lag komið til sangin.
Frá ævunum Guds verk fer fram
hans undur gjøgnum øldir.
Og fyri frelsuverkið stórt
lovsyngja mannafjøldir.
Og nørist Harrans samkoma
og verður stórur akur –
lat okkum minnast, undur Guds
hvørt aks er, hvør einstakur.
Hvør yndisligir eru tó
á fjøllum teirra føtur,
ið góðan boðskap bera út
um bygdaløg og gøtur.
At Harrans orð er livandi,
vit mangan hava sanna.
Við Andanum tað birti lív
og ljós ímillum manna.
Ein dagur koma skal, tá vit
við undran Harran skoða,
har lívið blóma skal av tí,
sum her í trúgv var sáað.
Orð: Sigurd Berghamar v. 1-3. – ØB v. 4- 5 & lag.