Vinarkvøða

Týsdagin 7. juni fylti ein góður vinur og javnaldur, Jógvan Hammer, áttati. Jógvan, sum er ættaður av Eiði, men býr í Havn, gjørdi í mong ár eitt slóbrótandi arbeiði innan upptøkur við kristiligum tilfari. Eitt nú gjørdi hann upptøkur til fleiri plátur, sum komu út í “60unum”. Teirra millum vóru tær tríggjar EP-pláturnar við bólkinum Sangbrøður, ið undirritaði var ein partur av.
Tá Jógvan fylti fimti skrivaði eg ein sang til hansara við lagnum “Summi fólk”.  Sangurin varð redigeraður eitt sindur – e
itt vers kom aftrat, – og síðani sungin á 80 ára degnum 7. juni.

Sangbrøður í Nýggjustovu í Ebenezer í 1966, tá fyrsta EP-plátan skuldi koma út. Tað var ein onnur tíð. Eitt nú var bara ein mikrofon. Jógvan situr hugsunarsamur við spolabandupptakaran, sum nú er farin í søguna.

Meðan summar er í hæddini, tað grønkast og tað grør
meðan lýkka, ljós og stilli kínur gomlu Føroya jørð,
ja, so hoyrist millum manna, at ein vinur fyllir runt,
ein, hvørs panna tó er sløtt, og hárið ei er vorðið tunt.

Jógvan, havna-eiðsmaður, teknikari um ein háls,
dygdarkendur – við tað næstbesta ei gevur seg til tols.
Slóðari í bandupptøkum – við at byggja upp nýtt land.
Mangur ein var lívgaður av tí, ið hann tók upp á band.

Kór- og solosang og Sangbrøður við hegni tók hann upp,
sat og veitraði og stýrdi eins og skipari á slupp.
Einki óljóð skuldi hoyrast, einki ”brumm” og einki ”sjó”
inntil vissa fingin fyri var, at góðskan hon var góð.

Virðismettur millum øll, ið hava virkað við hans lið,
serskild var tó Liss, tí hon var bæði von og dugnalig.
Dreingir tríggjar fingu tey, og Regin fyrstur var av teim,
næstur Høgni, so kom Sjúrður – prýði fyri teirra heim.

Lítið broyttur tykist Jógvan, nú hann fyllir áttati,
nú ein økt og góð familja gleða abba, ommu við.
Trúfastur hann er og fattur, fótafet enn eru løtt,
í teknikkinum enn sæst hann, trýstandi á onkran knøtt.

Tú sum ungur komst til Harran og vart lýðin kallinum,
og tín trúgv kom fram í lívi, heldur enn á pallinum.
Fyri vinarhendur nógvar vit av hjarta siga takk.
Krýni signing Guds títt lívskvøld, nú ið áttati tú rakk.
                                                                                   Ø.

 



You may also like...