Kanst tú ov tíðliga

Millum mongu sangirnar, sum Lina Sandell hevur givið okkum er hesin, sum vendir sær til yngra ættarliðið. Hann heitir inniliga á tey um at geva Jesusi hjarta og lív teirra á barna-og ungdómsárum og finna æviga trygd hjá Honum.
Sangurin stóð í einari eldri sunnudagsskúlabók, sum varð nýtt fyri mongum árum síðani.  Sangbrøður sungu hann við einum nýggjari lagi inn á plátu, sum kom út í 1968/69.

Orð: Lina Sandell – Týtt: Victor Danielsen,  Lag: ØB

Kanst tú ov tíðliga geva títt hjarta til Gud,
sum so fegin teg tekur í favn?
Kanst tú ov tíðliga velja hin dýrasta lut,
kennast ov skjótt við Frelsarans navn?

Mundi lívsgleðin minkað, um Jesus tú fanst,
um tú átti hans signaða frið?
Tá ið stormarnir koma, tá eina tú kanst
vera tryggur við hansara lið.

Hoyr hans sannleikaorð! Áh, hvat sigur ei tað,
hetta ljósið í myrkrinum her:
„Tann, sum árla meg søkir, skal finna meg“, ja,
„ljós á leiðini orðið mítt er!“

Latið børnini koma, og forðið teim ei!
Slíkum hoyrir Guds ríki jú til.
Eg skal føra tey trygt eftir vísdómsins leið,
og mín Himmal eg geva teim vil.

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *