Category: SANGIR – TEKSTIR OG LØG
Ein stuttur sangur varð til, stutt eftir at korona farsóttin var farin at gera vart við seg í mars-apríl mánaða 2020. Tað var týðulig óvissa og ótti millum fólk, og korona farsóttin varð kallað ein ósjónligur fíggindi. Samfelagið varð fyri stóran part afturlatið, og hetta ávirkaði eisini samkomulívið sum heild. Eitt nú kundu bert tíggju fólk koma til møtini. Men gott var at kunna minna...
Um páskirnar vera vit mint á líðing, deyða og uppreisn Jesusar. Sangurin “Á hvør er hasin maður” eftir Brynleif Hansen, trúboðara, er ein stuttur, men talandi sangur um líðing Kristusar okkara vegna. Evangeliski boðskapurin um Jesus lá Brynleif nógv á hjarta. Hann var gripin av boðskapinum. Hin líðandi Messias, sum verður umtalaður í Esaias kap. 53, er ivaleyst í huga Brynleifs, tá ið hann skrivar...
Týsdagin 7. juni fylti ein góður vinur og javnaldur, Jógvan Hammer, áttati. Jógvan, sum er ættaður av Eiði, men býr í Havn, gjørdi í mong ár eitt slóbrótandi arbeiði innan upptøkur við kristiligum tilfari. Eitt nú gjørdi hann upptøkur til fleiri plátur, sum komu út í “60unum”. Teirra millum vóru tær tríggjar EP-pláturnar við bólkinum Sangbrøður, ið undirritaði var ein partur av.Tá Jógvan fylti fimti...
Tað er rættiliga ofta at Harrin verður umtalaður í Bíbliuni sum ein klettur hjá fólki sínum, har vit finna lívd, tá óveður er á leiðini, sum ger okkum óttafull. Dávid brúkar hetta orðið í fleiri førum. Hann syngur um Harran, sum verandi sín klett, har hann finnur hjálp, lívd og styrki. Í Sálmi 61 sigur hann seg vera við enda jarðarinnar – hvar tað so...
Um veturin 1970/71 varð byrjað við midnáttarsamkomum í Ebenezer í Havn. Hvørt fríggjakvøld leitaðu mong ung inn í Ebenezer fyri at fáa ein drekkamunn – mong teirra komu beinleiðis úr dansihølum í býnum. Á hesum samkomum varð sungið, samtalað og vitnisburðir bornir fram. Skarin var til tíðir heilt stórur.Sangurin “Hvat kann heimurin tær geva” varð skrivaður í samband við eina ólavsøku, og Sangbrøður framførdu hann...
Ein kaldan vetrardag fyri mongum árum síðani kom ein lítil fuglur flúgvandi og stoytti ímóti vindeyganum, har skotski truboðarin, William G. Sloan sat. Tað fekk Sloan at minnast, hvør klæddi fuglarnar. Hetta hendi á Viðareiði, har Sloan varð staddur, og so varð yrkingin skrivað, sum kann lesast her á síðuni. Yrkingin varð skrivað á enskum, byrjandi við orðunum “My Fathers little messenger”, men umsett seinni...
Leivur Guttesen livdi í tíðarskeiðinum 1929 – 1997. Hann var sera musikalskur, kundi spæla á fleiri ljóðfør, og hann skrivaði fleiri løg til andaligar sangir. Men hann var lítiðlátin maður og fór stillisliga við tí, sum hann arbeiddi við. Tí var tað gott, at tað umsíðir kom út eitt nótahefti í 2021 við heitinum “Leivur Guttesen – 48 løg til andaligar sangir.”Sangurin “Takk fyri frelsuna,...
“Og eg eri fullvísur í, at Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists. (Orð Paulusar í Filippibrævinum 1,6). Alt tað, vit eru sum kristin, er grundað á tað verk, ið Gud hevur gjørt gjøgnum son sín, Jesus Kristus. Verk Kristusar á Golgata var eitt fullkomið verk. at vit bera ávøkst í andaliga lívinum – savnast við samkomu hansara –...
“Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er. Í Honum var lív, og lívið var ljós menniskjanna.” 1. Jóhs. 1, 3-4. Tú, sum altíð verið hevur, og sum alt í øllum ert. Vit tær takka, tú sum gevur ríkliga og undur gert. Takk, at tú við lívsins orði leskaði vár tystu sál, trygt tú okkum...
Pápi mín, Sigurd Berghamar, sum livdi í tíðarskeiðinum 1910 til 2003, yrkti og umsetti einstakar andaligar sangir og sálmar. Nakrir av hesum sangum standa í Nýggju Songbók Guds og verða stundum sungnir á møtum okkara. Hann skrivaði eisini onkra yrking viðhvørt, sum kanska tey fáu kenna. Her er ein teirra, sum Gunnvør, systir, vísti okkum á og las upp , nú ið vit vóru heima...