Eru dyrnar læstar?
Jesus reis við megi upp av deyðum páskamorgun. Deyðin kundi ikki halda lívsins Harra. Tað gingu tó nógvir tímar, áðrenn hetta veruliga gekk upp fyri lærisveinum hansara.
Í Keypmannahavn eru at kalla allar útdyr læstar, tí fólk vilja kenna seg trygg fyri óbodnum gestum. Og tíverri er tað ikki uttan grund.
Soleiðis var eisini hetta kvøldið í Jerusalem, tá ið dyrnar vóru læstar hjá lærisveinunum – av ótta fyri jødunum. Har var í allar mátar ein afturlæst støða. Har var tyngd, sorg og skuldarkensla, eftir at teir so dyggiliga høvdu svikið meistara sín.
Men so hoyrast stóru gleðiboðini. Pætur og Jóhannes hava verið á grøvini og sæð, at grøvin var tóm. Maria Magdalena hevur sæð Harran upprisnan, og hon hevði enntá heilsan við frá honum. Kortini tykist sálarmyrkrið hjá lærisveinunum at vera so tungt og nívandi, at gleðiboðini treingja ikki inn. Men Jesus var upprisin, og einar læstar dyr kundu ikki forða lívsins Harra at koma innum. Knappliga stóð hann har mitt millum teirra, og so hoyra teir rødd meistarans siga orðini, sum teir so inniliga høvdu brúk fyri at hoyra: “Friður veri við tykkum.” Einki er at siga til, at “tá vóru lærisveinarnir glaðir, tá ið teir sóu Harran”.
Opinbering hansara hetta kvøldið var ein av fleiri, har hann vísti seg fyri sínum egnu og talaði frið inn í hjørtu teirra. Tí Jesus vildi ikki bara staðfesta veruleikan, at hann var risin upp, men eisini samtala, sissa og stimbra hjørtu teirra, sum trúðu á hann, áðrenn hann fór heim til faðir sín. Maria Magdalena var fyrsta vitni til uppreisnina, og stóra sorg hennara varð umbroytt til gleði og tilbiðjan, tá ið hon hoyrdi rødd meistarans. Hin ivandi lærisveinurin Tummas, sum setti stórar treytir, áðrenn hann kundi trúgva, fekk serstaka heilsan, sum setti allan iva til viks. Og Jesus fór inn í eina kærleiksfulla samrøðu við Pætur, sum tríggjar ferðir hevði avnoktað hann. Hesin áður so framfýsni lærisveinurin fekk fulla endurreisn og eina sera týðandi uppgávu.
Soleiðis er upprisni harri og frelsari okkara enn í dag. Jesus opinberar seg framvegis fyri ófullkomnum, mótleysum og ivandi lærisveinum, ið hava hug til at krógva seg burtur handan læstar dyr. Og hann byrjar av nýggjum við okkum.
Hevur tú stongt hjartadyrnar? Er mótloysi og myrkur í hjarta tínum? Jesus livir og vil sleppa at opinbera seg fyri tær – júst har tú ert staddur beint nú.
Takk, Harri Jesus, fyri deyða og uppreisn tína og tað æviga lív, eg havi fi ngið lut í! Takk, at tú talar frið tín inn í sál mína! Eg vil opna hjartadyr mínar fyri tær og hoyra rødd tína! Eg biði í navni tínum, amen!
Til eftirtektar:
Steinurin var ikki rullaður burtur frá grøvini fyri at loyva Kristusi at sleppa út, men fyri at gera tað gjørligt hjá lærisveinunum at sleppa inn. (Peter Marshall) ØB – Úr bókini “ein dag í senn”