Hvar er heim okkara?

IMG_3053 (2)
Tá ið HARRIN lat fangar Z
ions sleppa heimaftur vóru vit sum tey, ið  droyma.  Sálm. 126,1.

Orðini omanfyri vórðu skrivað um ísraelsfólk, eftir at tey vóru komin heimaftur eftir 70 ára útlegd í Bábel. Her var sannur veitslurómur, eftir at ein long, torfør tíð var av – og nú kundu tey koma heimaftur.
Sjómenn, sum hava verið leingi til sjós frøðast um tíðindini, um at “vit sigla heim.” Føroyskir útisetar vita, hvussu tað kennist at sleppa heimaftur til Føroya, tá ið ein hevur verið leingi burtur. Ferðafólk siga mangan, at tað besta við einari uttanlandaferð er at koma heimaftur.
Og hvar er so heim? Tað er har, vit hava okkara røtur, okkara bakland. Faðir og móður – konur og børn, okkara kæru. Tað er sjálvur karmurin er um lívið.
Men so er tað eisini okkara andaliga heim. Staðið, har brøður og systrar okkara í Harranum savnast. Tað er eisini eitt stað, har vit føla okkum heima. Tað er har, vit koma saman at hoyra orð Guds talað til okkara.
Og tó, so góð hesi heim annars eru  – okkara sanna og endaliga heim og stavnhald er ikki her, men í himli. 
Tá ið ein trúgvandi er farin hiðani, verður sagt mangan, at hann er farin heim til Harran. Og av røttum. Og tá ið Jesus fyrireikar lærisveinar sínar um fráferð síni sigur hann.: Eg fari burtur at gera tykkum stað tilreiðar, og táið eg havi gjørt tykkum stað tilreiðar, komi eg aftur og taki tykkum til mín, so skulu tit eisini vera har sum eg eri.”.  Jesus tosar um tað, so tosar hann um tað sum eitt heim, har vit skulu vera saman við Honum.
Vit vita eitt sindur, men  ikki so nógv um himmalin, tí bíblian tosar ikki so nógv um tað. Helst tí vit skilja so lítið av tí. Men so mikið vita vit frá Orðinum, at tað verður ein fullkomin, staður merktur av samfelag og samljóði. Jesus verður har og tað garanterar fyri tí fullkomna og allarbesta, sum hugsast kann. Kunnu vit vita her á foldum, um vit eru á veg til himmalska heimið?
Tað var eisini spurningurin tá, og svarið var JESUS. Hann – og eina Hann – er vegurin inn í ta himmalska heimið.

 

You may also like...