Seyðurin, ið viltist av leið
Jesusar kærleiki til tað einstaka menniskja kemur fram mangastaðni í Nýggja Testamenti. Eitt nú, tá Jesus talar um tann mista seyðin í Lukas 15 og sigur: “Um ein tykkara hevur 100 seyðir og missir ein av teimum – hvør er hann, sum ikki fer frá hinum 99 í oyðimørkini og út at leita eftir tí, hann hevur mist, inntil hann finnur hann.”
Leitandi hirðin finnur seyðin og leggur hann trygt á herðar sínar og ber hann heimaftur, og har er gleði og gleimur, tí misti seyðurin er funnin.
Jesus leggur aftrat: Soleiðis skal vera gleði í himli um ein syndara, sum vendir við, meir enn um 99 rættvís, sum ikki tørvar umvending. (Lukas 15, 4-7)
Henda hending hevur givið íblástur til nógvar talur og sangir – eisini sangin nr. 987 í NSGF, har niðurlagið er:
Á lat okkum lambið søkja,
sum á deyðans leiðum er,
á, hvør gleði ein dag kunna siga tað,
hygg hitt vilsta lamb er her.
Myndirnar her eru eftir Eli Smith.


