Samfelagsmøti – fyrr og nú
Í næstu viku vera samfelagsmøti hildin í Havn hjá samkomuni í Ebenezer. Nøkur av møtunum verða hildin í nýggju, stóru høllini við Tjarnir, og væntandi kunnu nøkur teirra upplivast gjøgnum stroyming á EVR.
Men soleiðis hevur ikki altíð verið. Tí áðrenn tíðina við teldum og interneti var tað telefonin, sum var tekniska loysnin fyri at fáa okkurt møti við. Í fleiri ár skipaði Kristnastova fyri samkomu, har lurtað varð eftir seinasta møtinum, ið varð tikið niður gjøgnum telefonina og fór síðani út í hátalararnar.
Sangbøkur vórðu útbýttar, so fólk kundu syngja við. Hetta tiltak var forkunnugt tá, men táverandi útisetarnir settu prís upp á hendan møguleikan. Møtið varð umtalað í Boðberanum í 1982, og á myndunum her síggjast nógv kend andlit á fólki, sum vóru niðri í Danmark um tað mundið. Nøkur teirra eru ikki okkara millum longur.


