Category: SANGIR – TEKSTIR OG LØG

Hvat var av mær?

Hvat var av mær?

Orð/lag: ØB                   NÓTAR HER Hvat var av mær, um Jesus ei meg fann og í náði frelsti meg? Hvat var av mær, eg ofta spyrja má, um eg helt fram mín egna veg? Hvør var mín leið, hvar gekk mín fótur nú, og hvør var lagna mín í dag? Um Jesus ei í kærleika meg fann...

At leypa og at renna

At leypa og at renna

Barnasangur, skrivaður í 1970/71.  NÓTAR HER At leypa og at renna,at spæla frítt og flenna,um tún og teig við javnaldrum hvønn dag,so stuttligt tað kann veraog lætt mítt hjarta gera,eg syngi hart og frítt í góðum lag.Men størst av øllum var tað,at Jesus fekk mítt hjarta,Hann frelsti meg og gjørdi meg til sín.Og nú á hvørjum degieg syngja kann við gleðium Jesus, sum er besti...

Lívsins land

Lívsins land

Sangur um himmalin,  skrivaður í 1970-71. Er helst mest kendur gjøgnum kassettubandið við Ólavi á Váli, sum kom út miðskeiðis í sjeytiárunum, har sangurin var við. Sangurin kom eisini við á minnisfløgu eftir Ólavur, sum andaðist brádliga í 2005.  Nótar og upptøka finnast niðast. Lívsins land, mítt eyga teg langt burtur hóma kann, skyggjandi, í fagurleika skrýtt. Handan hav og ódnarveður fjalt tú liggja man,...

Gud. tú ert Gud mín

Gud. tú ert Gud mín

Hans Andreas Jacobsen úr Klaksvík var staddur niðri á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn í sjúkraørindum, tá hann skrivaði niðanfyri standandi yrking vers út frá Sálmi 63 eftir Dávid, sum kom at standa í blaðnum, Boðberin í desember 1986. Árið eftir doyði Hans Andreas, men eftir hann lá hesin vitnisburðurin um tann longsil, sum býr í hjørtum teirra, ið kenna Harran. Anna Háberg hevur sungið sangin inn...

Lýsti av hæddini

Sangurin varð framførdur av Kristnastovukórinum á fyrsta sinni um jóltíðir 2012. Hetta kór var bert virkið í stutta tíð. Sangurin var skrivaður nakað frammanundan og er síðani nakað broyttur.  Orð/lag ØB. Lýsti av hæddini ljósið úr dýrdini, Kristus, Guds Sonur, varð borin í heim. Móðurin sveipaði barnið í krubbuni, undrandi hirðar – stór frøi á teim. Himmalsins Harri steig niður á fold. Føddur í Betlehem,...

Jesus er tann stjørnan

Jesus er tann stjørnan

Orð: ÓLI REINERT.  Lag: ØB Jesus er tann stjørnan, ið kann lýsa, tá ið hvør ein stjørna sløknar her, sum í lív og deyða leið skal vísa, sum ein syndara til Himmals ber. Jesus er hitt ljósið, ið mær lýsir gjøgnum hesa køldu, myrku verð; uttan Jesus verðin bara hýsir neyðarróp og troystarloysi her. Um í Jesusi ei fanst ein bjarging burt úr hesi deyðans...

Í Jesusar hondum

Í Jesusar hondum

ORÐ/LAG: ØB    Nótar HER Nær er Harrin hjá tær, tú sum trýrt á Hann, Um enn ivi og ótti teg tyngja kann. Hann tær stendur við lið, Hann tær gevur sín frið, tú ert tryggur í Jesusar hondum. Lít á alt tað, Hann er, og Hann hevur gjørt, um enn lívið tær tykjast kann gátuført. Tá tú stríðist í loynd, og tín trúgv verður roynd,...

Harri harra, Kongur konga

Harri harra, Kongur konga

Orð/lag: ØB               NÓTAR – her Tú, sum býrt í dýrd og ljóma, heilagleikans ljós umgirðir teg, stór var náðin, at tú mintist falnu ætt á undirgangsins veg. Tí tú sendi okkum Sonin, vára synd hann á seg tók, vit eru frelst og innskrivað nú í lívsins bók. Harri harra, Kongur konga, tú við blóði keypti okkum frí. Harri harra, Kongur konga, tín er æran alla...

Rópa av frøi

Rópa av frøi

Sangurin, rópa av frøi, sum Svenning av Lofti skrivaði á ungum árum, hevur sín uppruna í Sálmi 100. Fyrst varð sangurin sungin við øðrum lagi. Nýggja lagið varð skrivað til 70 ára føðingardag Svennings og hevur verið sungin av Ebenezerkórinum. Rópa av frøi, rópa, tú frelsti, fegnast í Gudi og syng um hans mátt, tæn tú nú honum, ær hann við gleði, hann hevur frelst...

Leið meg til tær grønu fløtur

Leið meg til tær grønu fløtur

Orðini eru skrivað onkuntíð umleið 1958-60 – ivaleyst við Sálmi 23 í huga. Onkur smærri broyting er framd síðani. Løgini, sum eru tvey í tali, eru bæði viðløgd niðan fyri sangin – saman við útgávu av sanginum í august 2022. Leið meg til tær grønu fløtur, har mín sál kann hvíla seg, sita trygt við tínar føtur, hoyra, at tú elskar meg. Har er friður,...