Category: SANGIR – TEKSTIR OG LØG

Stinnur statt

Stinnur statt

Tú sum gongur trúarleið, lít á Harran, óttast ei, og birt títt ljós, har myrkrið hevur valdið. Signað veri tað, tú gert, einsamallur ei tú ert. Í Jesu navni treystur fram tú haldi. Stinnur statt og óttast ei, Harrin kennir tína leið, tí kraftin hon er Guds og ei tín egin. Hann er við um tind og dal, ein dag opinberast skal at Jesus fylgdist...

Tað var á lívsins vári

    Afturlítandi hjúnasangur – upprunaliga skrivaður til eitt gullbrúdleyp í 2018. Orð/lag ØB Tað var á lívsins vári at leiðin saman bar. Tit minnast kunnu árið og ungdómstíð, ið var. Tit høvdu mangar dreymar, um heim og hjúnalag, tit høvdu kenslur eymar, sum búnaðust hvønn dag. Tey lyfti, ið tit góvu hvørt øðrum einaferð, í verki saman stóðu, í minnum dýrt tað er. Og...

Sangur mín er um ein kong

“Hjarta mítt er ov fult av lívsælum orðum, eg sigi: Songur mín er um ein kong, tunga mín er sum pennur snarskrivarans.” Tú ert hin fagrasti av menniskjabørnunum, lívsæla er úthelt á varrar tínar; tí hevur Gud signað teg í allar ævir”. Hetta er brot úr Sálmi 45, sum er messianskur sálmur, peikandi á Jesus, hátign og dýrd hansara. Hesin sálmur hevur givið íblástur til...

Tú leitar

Herfyri kom út nýggj fløga í Føroyum við 18 sangum. Fløgan ber heitið “Tú leitar”. Tað serstaka við hesi fløgu er, at hon ikki er ætlað at verða seld, men kann fáast ókeypis. Hugsanin er, at hon skal vera eitt slag av einari evangeliskari traktat við boðskapi, sum kann gevast fólki. Sangurin, sum fløgan eitur eftir, varð skrivaður í byrjanini av 70unum í samband við...

Várið er komið

Hetta var vikan, tá várið kom i Danmark – umsíðir.  Og tað kom rættiliga brádliga. Eftir eina langa tíð við køldum veðri og frosti kom lýðkan umsíðir í luftina, og nú standa smáu, litríku várblómurnar snjóklokkur (vintergæk), erantis og krokus í fullum flora.  Nakað soleiðis tóktist tað eisini, tá sangurin “Várið er komið” varð skrivaður 2011. Brádliga kom vársins lýðka í luftina. Lagið varð gjørt...

Hin himmalska hond

Pápi mín, Sigurd Berghamar, hevði verið á einum møti í Ebenezer og hoyrt Knút Háberg tala um hina himmalsku hondina. Talan gav honum íblástur at skriva niðan fyri standandi yrking, har aftur vendandi orðini eru “Hin himmalska hond”. Sjálvur haldi eg tað vera áhugavert at síggja, hvussu hann í fimm ørindum megnar á talandi hátt at samanfata skapanina, fallið, fylgjur og vón, frelsisverkið og heimkomu...

Eg veit, at loysnari mín livir

Hesin sangur eftir Marius Absalonsen, sum livdi í tíðarskeiðinum 1910-2001, man vera nýggjur hjá teim flestu. Men hann er at komin við í Nýggju Songbók Guds Fólks og er nr. 443.  Sangurin setur trúarorð Jobs (kap. 19 v. 25) í eitt evangeliskt ljós – peikandi fram ímóti Kristusi, sum er uppreisnin og lívið.  Tá ið vit kenna okkum ákærd og fordømd, verða vit vard av Honum, ið gav lív sítt...

Eg skal altíð lova Harranum

Niðanfyri standandi sangur varð sungin á fyrsta sinni í Kristnastovu tíðliga í 2017. Hann er skrivaður við íblástri úr náttúruni og Sálmi 34, 2:  “Eg skal lova HARRANUM altíð, prís Hansara skal altíð vera mær á munni.”  NÓTAR HER        Ljóðfílur niðast Guds skaparverk og undur mong eg skoða kann á grønu ong. Náttúran ber fram takkarsong hvønn dag til skaparan. Ta rúmd,...

So mangt er mær dult

So mangt er mær dult

Í Sálmi 18,31 standa orðini: “Vegur Guds er fullkomin, orð HARRANS er reint, Hann er øllum teimum skjøldur, sum søkja sær skjól hjá Honum.” Hesi orð hava ivaleyst verið í bakhuganum, tá hesin sangur varð skrivaður. Helst er sangurin eisini litaður av, at kæra mamma mín hevði fingið alzheimer sjúkuna við tí negativu ávirkan, ið henda ringa sjúka hevur á likam, sinni og kenslur. Sangurin, sum helst er skrivaður...

Vit í hjørtum várum fegnast

Vit í hjørtum várum fegnast

Orð/lag: ØB Vit í hjørtum várum fegnast um tað verk, ið her er framt, sáðið, sum í trúgv er sáað ár um ár. Harrans rødd her hevur ljóðað kærleiksfult og álvarsamt, søgan søgd er, sum kann grøða syndasár. Harrin hevur verið góður, og hann signaði Orðið, sum er altíð nýtt, og ávøkst ber. Stór var náði Guds og megi, honum prísa vit við gleði, sum...