Category: SANGIR – TEKSTIR OG LØG
Pápi mín, Sigurd Berghamar, sum livdi í tíðarskeiðinum 1910 til 2003, yrkti og umsetti einstakar andaligar sangir og sálmar. Nakrir av hesum sangum standa í Nýggju Songbók Guds og verða stundum sungnir á møtum okkara. Hann skrivaði eisini onkra yrking viðhvørt, sum kanska tey fáu kenna. Her er ein teirra, sum Gunnvør, systir, vísti okkum á og las upp , nú ið vit vóru heima...
Fyrstu trý versini av hesum sangi, sum er nr. 959 í Nýggju Sangbók, skrivaði pápi mín sum eina heilsan til Andrew Sloan, trúboðara, í samband við ein rundan føðingardag hansara. Andrew Sloan var ein trúfastur, bíbliutrúgvur prædikumaður í brøðrasamkomuni, ikki minst í heimasamkomuni, Ebenezer. Eins og faðirin, William G. Sloan, var hann mildur í framferð, vinarligur og umsorgsfullur. Triðja vers sipar til tað, sum stendur ...
Hesi trý vers – orð og lag – vórðu til, eftir at korona farsóttin var farin at gera vart við seg í mars-apríl mánaða. Tað var týðulig óvissa og ótti millum fólk, og korona farsóttin varð kallað ein ósjónligur fíggindi. Samfelagið varð fyri stóran part afturlatið, og hetta ávirkaði eisini samkomulívið sum heild. Eitt nú kundu bert tíggju fólk koma til møtini. Men gott var...
Nýliga kom upptøka undan kavi við einum kórsangi frá 2006, ið var ein kvøða til samkomuna í Ebenezer, tá ovari salur var tikin í nýtslu sama ár. Hetta er ein takkarsangur, har litið verður aftur á farna tíð við takksemi um, at gleðiboðskapurin kom til oyggjaland okkara og broytti hjørtu og lív. Hugsað verður eisini um tey, sum undan gingu og boðaðu Orð Guds inni og...
Í 1992 fekk kæra mamma mín, Tinna Berghamar, staðfest alzheimer sjúkuna. Tað kendist tungt at síggja, hvussu henda herviliga sjúkan legði sína køvandi hond á sinni, lív og likam hennara. Í hesari sváru tíðini vórðu niðan fyri standandi reglur til. Mamma doyði á Lágargarði 14. desember í 1994. Tað nítur so mikið meg, móðir mín kæra,at síggja teg vikna og falla og fara,at megi og...
– Ognað faðir mínum, Sigurd Berghamar, ...
Teskurin og lagið til sangin byrjaðu at fáa skap í 2011, men endaliga útgávan kom ikki fyrrenn í 2019. Orð/lag ØB – nótar vanta. Sum vit ferðast gjøgnum lívið, sum av óvissu er merkt, ótrygd eykennir várt lívsins stutta skeið. So er gott at kenna Jesus og hans dýrabara orð, og at vita, lyfti hans, tey svíkja ei. Lítandi á lyftini ...
12. februar í fjørð fór Arnvør á Torkilsheyggi heim til Harran. Hon var ein gávurík sangkvinna, sum gleddi okkum so mangan við sangi sínum. Á sjálvum degnum, eitt ár eftir burturferð Arnvørs, varð sangurin “So mangt er mær dult” útgivin, soleiðis at hann nú kann hoyrast á netinum. Hans Poulsen, sum eisini áður hevði samarbeitt við Arnvør innan sang og tónleik, hevur staðið fyri upptøku,...
Fyrr í hesum mánaða útkom jólasangurin “Kvirra um fjøll og fløtur” í einari eitt sindur øðrvísi útgávu enn tað, vit hava hoyrt áður. Marjun Wolles, sum lesur tónleik í Reykjavík, hevur innsungið sangin, og tónleikararnir eru allir úr Íslandi. Teir eru: Kjartan Valdimarsson, sum spælir klaver, Jóhann Ásmundsson, ið spælir bass, meðan sonurin, Ási spælur trummir. Sera vakurt og áhugavert framborið – sangurin kann hoyrast...
Tú sum gongur trúarleið, lít á Harran, óttast ei, og birt títt ljós, har myrkrið hevur valdið. Signað veri tað, tú gert, einsamallur ei tú ert. Í Jesu navni treystur fram tú haldi. Stinnur statt og óttast ei, Harrin kennir tína leið, tí kraftin hon er Guds og ei tín egin. Hann er við um tind og dal, ein dag opinberast skal at Jesus fylgdist...