Tað var á lívsins vári

 

 

Afturlítandi hjúnasangur – upprunaliga skrivaður til eitt gullbrúdleyp í 2018. Orð/lag ØB

Tað var á lívsins vári
at leiðin saman bar.
Tit minnast kunnu árið
og ungdómstíð, ið var.
Tit høvdu mangar dreymar,
um heim og hjúnalag,
tit høvdu kenslur eymar,
sum búnaðust hvønn dag.

Tey lyfti, ið tit góvu
hvørt øðrum einaferð,
í verki saman stóðu,
í minnum dýrt tað er.
Og børnini, sum komu
og skaptu miklan gleim.
Upplivingar, sum nomu
og fyltu hús og heim.

Tær løturnar sum runnu,
sum ei tit aftur fá,
í dag tit minnast kunnu
og líta afturá.
Men djúpt í sál og sinni
so mangt er ikki gloymt.
av signingum, sum inni
í hjartanum er goymt.

Tit litu heilt á Harran,
í gleði og í sorg.
Í øllum tykkum var hann
ein klettur, vernd og borg.
Víst vóru brot og boðar.
tit sannaðu tó tað:
Skjótt sól í eystri roðar
ber boð um nýggjan dag.
– – –
Nú gull í kvøldarroða
man gylla lívsins leið.
Vit síggja kærleiksloga,
sum slóknaður er ei.
Og knýtt við hjartans bondum
tit stevna fram á ferð,
væl vard av Harrans hondum,
og leið mót himli ber.

You may also like...